Innanlands

Netverkið Varandi Vinna stóran áhuga

Netverkið Varandi Vinna hevur stóran áhuga millum limafyritøkur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

2024-09-30 17:37 Author image
Jan Müller
placeholder

Endamálið við netverkinum er at skapa góðar umstøður fyri burðardyggari framleiðslu í Føroyum. Netverkið virkar fyri, at fyritøkur kunnu samstarva um førleikamenning og um at skapa betri karmar til burðardygd skrivar industry.fo.

Víst verður á, at tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkur eru komnar á burðardygdarøkinum og fyri at lofta ymiska tørvinum, verður netverkið skipað í tveimum:

  • Varandi Vinna er ætlað fyritøkum, ið arbeiða miðvíst við burðardygd og sum vilja seta sær bindandi mál innan burðardygd
  • Varandi Vinna – innleiðsla er fyri fyritøkur, ið eru í holt við at fóta sær á økinum og sum enn ikki eru klárar at seta sær bindandi mál innan burðardygd

Luttøka
Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella sum eru limir umvegis eitt annað arbeiðsgevarafelag.

Limagjaldið fyri at taka lut í Varandi Vinna – innleiðsla er 7.000 kr. um árið. Luttøka í Varandi Vinna verður 10.000 kr/árið fyri fyritøkur, ið hava upp til 10 mió. kr. í lønargjaldingum, meðan tað er  20.000 kr/árið fyri fyritøkur við meira enn 10 mió. kr. í lønargjaldingum.

Á leið fýra netverksfundirnir eru árliga. Fyrsti netverksfundur verður eftir heystfrítíðina.

Kelda: Industry.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder