2024-10-01 14:11
Umboð fyri Enercon byrjaðu fyrr í summar at skifta generatorar á myllunum í Neshaga. Slíkt arbeiði við høgum kranum og presisjónsarbeiði í hæddum krevur serliga góð veðurlíkindi, so tí hevur drigið út.
Nú eru tó allir generatorarnir skiftir (mylla 4 tó í fjør), og royndarkoyring er byrjað av myllunum.
Í løtuni mæla 3 myllur í Neshaga, og gongst sum ætlað verður lív í øllum fimm myllunum innan fyri komandi tvær vikurnar skrivar SEV á síni heimasíðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald