Innanlands

Vinnan við politikararnar: - Latið okkum sleppa í gongd

- Vinnan er klár til at taka stór og týðandi tøk á grønu leiðini, men hon sleppur ikki, tí politikararnir vilja ikki lova henni at koma í gongd

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost: - Vit hava tosað í 15 ár, og her hendir einki. Vit royna nú at seta onkur átøk í verk. Men vit fáa ikki loyvi til nakað sum helst. Tí alt skal stýrast. Tað gongur tí skeiva vegin við okkara útláti, sum bara veksur. Og tað fer at halda fram, um politikararnir ikki lata okkum sleppa í gongd

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost: - Vit hava tosað í 15 ár, og her hendir einki. Vit royna nú at seta onkur átøk í verk. Men vit fáa ikki loyvi til nakað sum helst. Tí alt skal stýrast. Tað gongur tí skeiva vegin við okkara útláti, sum bara veksur. Og tað fer at halda fram, um politikararnir ikki lata okkum sleppa í gongd

2024-11-06 16:24 Author image
Jan Müller
placeholder

So avgjørdur var ein av framløgumonnunum á stóru orkuráðstevnuni í Vágum nú um dagarnar, stjórin í eini av Føroya størstu vinnufyritøkum Bakkafrost, Regin Jacobsen. Hetta mundi helst eisini vera ein av teimum týðandi boðskapunum á ráðstevnuni. Fleiri av luttakarunum bæði umboðandi vinnuna og myndugleikarnar funnust nevniliga at politikarunum og politisku skipanini, sum teir søgdu í veruleikanum eru við til at  forða fyri tí grøna orkuskiftinum – eitt paradoks, andsøgn -  nú tað eru somu fólk, sum siga seg vilja raðfesta grøna orkuskiftið, ið eisini mótarbeiða tí.

Ónøgdin botnar í royndunum hjá EFFO og Bakkafrost at byggja eina risastóra vindmylnulund, Eysturlund, í Eysturoynni. Hon skal vera við til at minka munandi um oljunýtsluna og harvið útlátið, tá streymur frá vindmyllum fer at avloysa olju.

Regin Jacobsen vísti fyrst í síni framløgu á, at nógv av orkuframleiðsluni í Føroyum í dag fer til nýtslu á sjónum og á landi. Talan er um nógvar aktørar. Oljan kemur úr útheiminum, og Effo og Magn eru aktørar á økinum og veita oljuna. SEV brúkar part av oljuni til el og stendur eisini fyri elframleiðsluni úr vatni, sum tó er ein lítil orkukelda svarandi til góð 2%.

[object Object]

Tá tað kemur til at framleiða el úr vindi eru tríggir aktørar, SEV, Magn og Effo. Bakkafrost stendur síðani fyri framleiðslu av biogassi við sínum felag Førka. Síðani eru tað IRF og KBS, sum fáa orku burtur úr burturkasti. Haraftrat  koma m.a. hitapumpueigarar. Regin Jacobsen vísti eftir tað til orkunýtsluna hjá Bakkafrost, sum hevur stóra orkunýtslu bæði til skip og flutning og til ídnað á landi, og her stavar   orkan í stóran mun frá olju.

[object Object]

Hopleyst afturút

-Vit eru helst størsti brúkari av streymi í Føroyum, og størsti parturin stavar frá olju. Vit eru ein aktørur bæði á nýtslusíðuni og eitt sindur á framleiðslusíðuni. Tað er ein sannroynd, at umleið 90% av orkuveitingini í Føroyum í dag stavar frá olju. Men alt orðaskiftið á hesi ráðstevnuni hevur snúð seg um tey 10%, sum eru so ómetaliga avbjóðandi og hava verið tað seinastu 10 árini. Hini 90% tosa vit als ikki um, og tey eru bara olja. Hóast tað er ein øgilig rúgva av átøkum, og hóast sera nógv verður gjørt, og tað verður tosað um, hvussu strævið og umfatandi tað er, so gongur skiftið alt ov seint, tí vit gera alt ov lítið. Vit eru púrasta hopleyst afturút. Og eg haldi als ikki, at vit hava uppdagað hetta segði Regin Jacobsen og helt fram:

-Oljunýtlsan bara økist, og tað kemur at halda fram. Avbjóðingin í heiminum er tann, at fólkatalið bara veksur, og tað verður størri og størri tørvur á matvørum og meiri orku, og tí er hetta ein øgiliga stór avbjóðing, sum øll mugu loysa í felag.

[object Object]

Matvøruframleiðsla ein triðing av útlátinum

Taka vit matvøruframleiðsluna, stendur hon fyri einum triðingi av øllum CO2 útláti í heiminum. Hon er ein sera týðandi partur og má og skal vera við til at loysa hetta stóra álvarsmálið.

[object Object]

Á Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at minka um útlátið í fyrsta umfari við einum helmingi og til null útlát í 2050. Okkara mál er vorðið vísindaliga góðkent sambært 1,5 stig málinum í  Parísavtaluni. Avbjóðingin er bara hon, at vit kunnu ikki gera hetta einsamøll. Og tað sýnist ikki sum føroyskir politikarar hava ánilsi av, hvat hetta snýr seg um. Vit hava tosað í 15 ár, og her hendir einki. Vit royna nú at seta onkur átøk í verk. Men vit fáa ikki loyvi til nakað sum helst. Tí alt skal stýrast. Tað gongur tí skeiva vegin við okkara útláti, sum bara veksur. Og tað fer at halda fram, um vit ikki sleppa nakað annað.

Regin Jacobsen vísti síðani á, at tey hava skipað fyri veitaradøgum við tí endamáli at gera greitt, at øll mugu samstarva fyri at koma rættan veg. -Vit hava ongan tjans at gera tað einsamøll.

[object Object]

Politiska skipanin má spæla við

-Samfelagið og politiski myndugleikin mugu spæla við eins og aðrir aktørar. Vit mugu tosa um tað og fremja ítøkilig átøk. Á Havsbrún byggja vit munandi út. Vit brúka 30.000 tons av tungolju um árið fyri at framleiða damp. Og vit koma at brúka meira framyvir. Tungolja er tann bíligasta orkukeldan, sum vit kunnu hava og skulu vit vera kappingarfør  at keypa pelagiskan fisk til at framleiða til fiskamjøl og lýsi, mugu vit vera kappingarfør á orkuni. Og tí hava vit hugt eftir, hvussu vit kunnu konvertera  tungoljuna til grøna orku. Tað er tá ein tungolja, sum er ein partur av teimum 90% og ikki teimum 10%.

[object Object]

Bakkafrost hevur eina øgiliga høga nýtslu av streymi á smoltstøðunum. Fyritøkan hevur sera stórt útlát serliga innan fiskamjøl og lýsi, og tann parturin, sum er grundin til rávørurnar til fóður, har er sera stórt útlát. Og tað kunnu tey orna heldur stjórin.  Tað hevur tó einki við elpartin at gera men er uppi í teimum 90%, har alt byggir á olju. Men tey sleppa ikki.

Regin Jacobsen ger greitt, at tey hava eina røð av átøkum, sum kunnu betra um útlátið men sleppa ikki at gera nakað. Politiski myndugleikin vil ikki.

-Biogassframleiðsluna kunnu vit uppgradera til metan, metanol og hydrogen og brúka tað aðrastaðni.

At framleiða damp við vindi síggja vit sum tað størsta átakið, ið kann gera, at Havsbrún kann gerast grønt um tvey ár. Vit hava fingið alt uppá pláss. Og vit hava í okkara íløguætlan sett pengar av til at kunna vera við í hesum.

[object Object]

Eysturlund skal minka munandi um oljunýtsluna

-Vit skulu økja um okkara framleiðslu, og tí mugu vit vera við til at røkka hesum málunum. Vit hava sett ávís átøk í verk, og Førka er bert eitt av teimum. Men átakið við Eysturlund hevur einki at gera við tey 10%. Tað er ein partur av teimum 90%, har vit skifta tungoljuna út við grøna orku. Eysturlund vil taka tungoljuna hjá Havsbrún út úr myndini, og vit kunnu ístaðin framleiða tað beinleiðis við vindorku.  Hetta kann gerast eitt skarðslop, og vit kunnu vera klár um tvey ár, men vit sleppa ikki í gongd.

Eysturlund hevur eisini tað við sær sum ein privatur aktørur - og tað ræður um at hava nógvar slíkar -  at tað snýr um at fáa so nógv hugskot, sum til ber. Eysturlund er eitt teirra og kann stuðla uppundir at avlopsorkan kann verða brúkt til at framleiða brint. Tey stóru skipini kunnu sigla uppá brint. Tað ræður um at fáa slík átøk í gongd beinanvegin.

Tá vit hava nógvan vind, og vit ikki brúka hann til dampframleiðslu, gera vit hann til brint og koyra hann umborð á skipini. Bakkafrost er klárt til at seta anlegg á dekkið á skipunum, soleiðis at vit kunnu brúka 50% av nýtsluni við hydrogeni, og tað kann vera klárt um 3 ár. Men vit sleppa ikki vegna politiska myndugleikan.

[object Object]

Stjórin á Bakkafrost vísir á, at fyritøkan hevur ótrúliga gott samstarv við bæði SEV og øll tey, sum m.a. vóru  stødd á ráðstevnuni, men politiski myndugleikin og politiska semjuskjalið forðar fyri nakrari sum helst framgongd. Her sipaði hann til tað semjuskjal, sum bleiv gjørt í politisku skipanini, ið skuldi forða fyri, at ein útbygging av grønu orkuni sum henni á Eysturlund, ikki kundi góðkennast.

[object Object]

Regin Jacobsen sigur, at tað kunnu gerast onnur munandi átøk t.d. til metanol og  ammoniak, men alt hetta er peanuts. -Vit mugu fáa eina politiska tilgongd, sum loyvir okkum at koma í gongd. Okkara kundar vilja hava grønar vørur men sleppa vit einki at gera, so er einki møguligt, tí vit skilja ikki, hvat støðu vit eru í. Men vónandi er onkur sólglotti fyri framman, so vit kunnu flyta okkum rættan veg.

[object Object]

Mugu fáa loyvi fyri at koma í gongd

Eftir framløguna hitti orkan.fo Regin Jacobsen.

-Tú royndi í tíni framløgu at fáa politikararnar at rakna við, men her var eingin politikari tilsteðar.

-Tað grøna orkuskiftið er so útrúliga umfatandi. Tað vit longu hava hoyrt umrøtt her á ráðstevnuni er elveitingarøkið, sum bert fevnir um tey 10% av orkuni vit brúka  í Føroyum. Vit tosa als ikki um tey 90%, sum er alt annað so sum olja til vinnu, til framleiðslu og skip. Bara tað at røkka teimum 10% er ómetaliga strævið og umfatandi og dýrt. Tað er tað alt hetta stríðið stendur um. Og hóast man hevur arbeitt við hesum í eini 10 ár síggja vit, at vit  eru kanska bara komin hálva leið. Bara tann orkuøkingin, sum nú verður við t.d. stórum smoltstøðum og vøkstrinum í samfelagnum krevur so nógv, at sjálvt við teimum útbyggingum, ið nú fara fram á elveitingarøkinum, verður tað sera strævið at røkka teimum málum man hevur sett sær fram til 2030.

Tí tosar man um, at tað kanska fer at taka nøkur ár aftrat. Tað vit arbeiða við í sambandi við Eysturlund er at arbeiða við teimum 90% í samlaðu orkuskipanini. Tey skulu jú eisini  broytast. Eysturlund snýr seg um at gera tann partin av orkuni, sum er til damp á Havsbrún, grønan við at framleiða dampin við vindorku, ið er ein bílig orkukelda. Har brúka vit í dag 30.000 tons av tungolju. Skal tú gera tann partin grønan kanst tú ikki fara inn á tann hákvalitesstreymin, sum er á netinum, og tí snýr Eysturlund verkætlanin seg um, at man hevur eina beinleiðis veiting á Havsbrún til elketlarnar og kanska eisini til kassavirkið á Glyvrun, har vit eisini brúka nógvan damp, tvs. veiting av streymi til elketlar, sum framleiða damp.

Tann dampveitingin koyrir, tá vindur er, og hon er minni følsom fyri avbjóðingum, t.d. fer streymurin so koyrir tú uppá olju og sleppur undan synkronstabilisatorum. Tá fær tú eisini eina bíligari orku. Skulu vit vera kappingarfør, tá vit framleiða fiskamjøl, mugu vit hava eina bíliga orku. Hevur tú hinvegin yvirskotsvind, ber til at framleiða brint, sum vit so kunnu brúka umborð á skipunum. Vit brúka nógva olju har. Við at seta grøna orkuveiting í skipini,  kunnu vit beinanvegin minka tað útlatið við 50%.

[object Object]

Tað er týdningarmikið at fáa fleiri aktørar, ið kunnu framleiða orku.  Brúk er fyri øllum góðum kreftum at koma víðari, og tí mugu politikararnir koma út úr startholinum og lova øllum aktørum og vinnuni í gongd. Tað er tað vit eftirlýsa.

-Men hvat forðar fyri hesum?

-Tað snýr seg  bara um at fáa loyvi til at fara í gongd. Eysturlund søkti um slíkt loyvi fyri einum ári síðani hjá Umhvørvisstovuni. Vit hava ikki fingið svar enn, og vit vita ikki, um vit fáa nakað svar. Vit ætla at fara í gongd í 2026, og høvdu vit fingið svar nú, so vóru vit kanska komnir í gongd í 2027. Men vit vita ikki, um nakað svar yvirhøvur kemur. Tvs. at hetta málið um, at vit skulu vera grøn í 2030, fer als ikki at halda. So leingi politikararnir ikki seta gerðir aftanfyri síni orð, so er tað bara heit luft.

Latið allar góðar kreftir sleppa framat

-Hví vilja ella tora politikararnir og myndugleikar ikki  geva loyvi til eina slíka grøna verkætlan?

-Eg haldi, at  man hevur ikki skilt, hvat avbjóðingin í tí grøna orkuskiftinum snýr seg um. Hon er so ótrúliga stór. Leiðin, sum stungin er út, er tann rætta. Men leiðin er vorðin truplari tey síðstu árini. Hon er nógv truplari av ymsum orsøkum eitt nú orsakað av t.d. Ukrainakrígnum. Tað er vorðið truplari at fara undir grøna orkuskiftið og at fáa kundar at gjalda fyri vørur. Øll vilja hava prísirnar niður í dag. Kanska skuldu vit bara slept grøna skiftinum eru tað helst tey,  sum siga. Tí í dag gongur tað bara tann eina vegin, og tað er at halda fram við oljuni og heldur innflyta vørur úr londum, sum hava nógv bíligari orku enn vit, men tað kemur okkum aftur um brekku. Tí eiga vit at halda fram við hesum skiftinum. Hevur tú vinnufyritøkur, sum vilja vera við, so er eingin ivi í míni sál, at vit eiga at lata allar góðar kreftir sleppa framat. Annars koma vit at vera í eini truplari støðu um nøkur fá ár.

Regin Jacobsen vísir eisini á nýggjastu frágreiðingina frá ST, sum vísir, at hóast man hevur sett sær sum mál 1,50 stig í 2030, so verður tað við verandi gongd 2,7 stig.  -Tað merkir, at við tí vit fáast við í dag, eru vit langt aftanfyri tær ambitiónirnar, sum heimurin hevur sett sær. Í Føroyum eru vit allarhelst onn longur  aftanfyri.

-Hvør er tín áheitan á politikarar og ein stovn sum SEV eftir hesa ráðstevnuna?

-Tey, sum arbeiða við orku, og sum hava luttikið á hesi ráðstevnu, SEV og Umhvørvisstovan, hava eitt gott forstáilsi av, hvat skal gerast, og tað er m.a. við góðum samstarvi millum partarnar, men tann stóri trupulleikin er, at politikararnir hava ikki skilt álvaran í tí støðuni vit eru í og hava ikki sett gerðir aftanfyri tey málini man hevur sett sær. Tær gerðirnar snúgva seg um at loyva øllum aktørum, sum hava nakrar møguleikar, framat.  Sjálvandi skal tað vera so, at SEV hevur fult tak á netinum, og at gongdin ikki fær negativar avleiðingar fyri SEV.  Øll átøk mugu vera gjørd soleiðis, at tey eru positiv fyri SEV eisini, men tað ber ikki til,  at alt skal vera umvegis SEV. Hetta er so umfatandi. Bara tey 10%, sum SEV stríðist við, er ein nóg stór uppgáva fyri tey. Tá vit so tosa um tey 90% av orkunýtsluni aftrat,  mugu vit hava allar góðar kreftir at samstarva.

Politiska skipanin aftanfyri SEV ein forðing

-Sær tú  SEV sum eina forðing í hesi gongdini?

-Eg vil siga tað so, at tað er politiska skipanin aftanfyri SEV, sum er ein stór forðing. Tað sýnist ikki, sum man vil flyta seg, og hvørki á løgtingi ella í landsstýri vilja tey seta handling aftanfyri tey mál, sum tey sjálvi hava sett út í kortið.

Vit hava havt eina umsókn liggjandi hjá myndugleikanum í eitt ár, og tað er alt ov leingi, nú tá klokkan er fimm minuttir í tólv, og man ikki kann fáa svar.

-Hvat vil tú siga til tann nýggja persónin í landsstýrinum, sum skal umsita hetta økið.

-At øll átøk og ikki bara Eysturlund, sum arbeiða fram móti grøna orkuskiftinum, eiga at verða hoyrd og bjóðað vælkomin at fara í gongd. Tað eigur ikki at verða hildið aftur, sum man nú ger. Man arbeiðir bara við at gera tingini truplari heldur enn at gera tað lættari, og sum ber tann rætta vegin. Tað er sera týdningarmikið, nú vit hava spilt so nógva tíð at fáa ting avgreidd.

-Hevði tað verið eitt uppskot, at tit tóku eitt prát við nýggja landsstýrisfólkið um hetta.

-Nú er nokk prátað. Nú er tíðin komin til at taka nakrar avgerðir.

[object Object]

[object Object]

[object Object]



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder