Við hesi staðfesting spyr tingmaðurin og formaður Sambandsfloksins løgmann, um og nær hann ætlar at geva loyvi til stóru vindorkuætlanina Eysturlund í Eysturoynni. - Longur vit bíða, dýrari verður tað fyri samfelagið og umhvørvið sigur Bárður á Steig Nielsen m.a. í viðmerkingunum til spurningin, sum Aksel Johannesen, løgmaður fer at svara í morgin.
Umrødda vindmylnulund var eisini eitt av málunum, sum fekk nógva umrøðu á stóru orkuráðstevnuni í Vágum nú um dagarnar, ein útbygging, sum stigtakararnir siga fer at minka munandi um oljunýtsluna og harvið útlátið í Føroyum.
Nú er málið so eisini reist á tingi. Formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen spyr í skrivligum fyrispurningi, Aksel V. Johannesen, løgmann, um hann ætlar at geva loyvi til Eysturlund og nær roknast kann við, at loyvi verður givið.
Í viðmerkingunum vísir tingmaðurin á, at nú er ein tíð farin, síðani tað frættist um eina stórsligna ætlan at framleiða grøna orku til vinnuna við vindmylnulundini Eysturlund.
-Íleggjararnir eru klárir at fara í gongd, men bíða eftir neyðugum loyvum.Vindmyllulundin skal kunna framleiða 350 GWt, sum er tríggjar og eina hálva ferðir meir enn vindmylnulundin við Gellingarklett.
Víst verður á, at nú vindmylnulundin við Gellingarklett hevur verið virkin í tvey ár, kann staðfestast, at føroyska samfelagið hevur spart 28.000 tons av olju, omanfyri 85.000 tons minni CO2-útlát í mun til, um henda orka varð framleidd á oljurikna Sundsverkinum. Í krónum er sparingin omanfyri kr. 100 mió.
Sambært framleiðsluroknskapinum hjá SEV vórðu í 2023 framleiddir 458 GWt, herav eru áleið 65 GWh frá Gellingarkletti. Framleiðslukostnaðurin uttan vindmyllulundina við Gellingarklett hevði verið 107 oyru (491Mkr./458 GWh), og við framleiðsluni frá lundini við Gellingarklett er framleiðslukostnaðurin 96 oyru (441Mkr./458 GWh). Hetta er ein sparing fyri brúkaran á 14 oyru KWh við meirvirðisgjaldi og ein sparing fyri húsarhald og vinnu á 10% í framleiðslukostnaði.
Bárður á Steig Nielsen staðfestir í sínum viðmerkingum, at vindmyllur mugu setastupp um summarið, og um møguleiki skal verða at fáa vindmylnulundina upp í 2026, má loyvi fáast til vegar, so fyrireikingarnar kunnu fara í gongd og vindmyllurnar bíleggjast.
-Skal grøna orkuskiftið fremjast til gagns fyri borgarar og vinnu, hevur tað týdning, at tey, ið bjóða seg fram, fáa møguleikan, og tí verður spurt, um løgmaður ætlar at geva loyvi til Eysturlund og nær. Longur vit bíða, dýrari verður tað fyri samfelagið og umhvørvið sigur tingmaðurin í spurninginum til løgmann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald