Tað hevur verið eitt afturvendandi mál á fleiri av teimum undanfarnu veðurlagsráðstevnunum hjá ST, at tey ríkaru londini skulu vera við til at rinda fyri avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í fátækum londum í heiminum.
Og ongantíð hevur hetta krav verið so frammaliga sum nú COP29 letur upp í einum heimsins mest søguligu oljustøðum í heiminum, Baku í Azerbaijan. Her í Baku spríkti fyrsta oljan nakrantíð upp úr oljukeldunum fyri 150 árum síðani. Nú er sami býur so karmur um Cop29 veðurlagsstevnuna, har málið er at steðga verðurlagsbroytingunum. Og hetta verður m.a. gjørt við at steðga framleiðslu av olju og gassi og koli.
Høvuðsmálið á hesi ráðstevnuni er at fáa tey ríkastu londini í heiminum og her serstakliga í Vesturheiminum at átaka sær avleiðingarnar av álvarligu oyðileggingunum, sum hava verið í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingum serstakliga í tilafturskomnum londum. Ódnir, turkur, eldibrandar og vatnflóð, sum heimurin ongantíð hevur sæð í so stóran mun og oftani sum nú eru eitt varskó, sum ST vil hava ikki minst ríka partin av heiminum at varpa ljós á og gera nakað við.
Spurningurin er, hvør hevur ábygdina av veðurlagsbroytingunum og hvussu nógv hesi skulu rinda fyri skaðarnar og fyri at steðga teimum. 2024 verður sagt at vera heitasta árið í søguni, og hetta má fáa øll at rakna við sigur ST aðalskrivarin Antonio Guterres.
Í dag standa olju, gass og kol fyri 80% av orkunýtsluni. 20% koma frá varandi orku. Lond sum Azerbaijan og Irak siga seg vera noydd til at framleiða olju og gass skulu tey í heila tikið hava ráð til at fíggja tað grøna skiftið. Vertslandið til COP29, Azerbaijan fær 90% av sínum inntøkum frá olju og gassi.
Ein trupulleiki, sum kann koma at seta sín dám á ráðstevnuna, er tann sannroynd, at komandi amerikanski forsetin Donald Trump hóttir við at steðga teimum mongu grønu átøkunum, sum verandi stjórn hevur sett út í kortið. Eitt nú at taka aftur amerikonsku góðkenningina av Paríssáttmálnum frá 2015. Hann hevur eisini hótt við at taka aftur øll forboð móti oljuboringum í USA. Kortini verður mett, at hann fer at halda fram við at fáa fleiri elriknar bilar.
COP29, sum verður sett í dag, varir til 21. november. Stór ónøgd er annars við, at fleiri av stjórnarleiðarunum í fleiri evropeisikum londum hava givið avboð til at møta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald