Shell sigur seg vera væl nøgt við avgerðina og vísir á, at felagið framhaldandi ætlar sær at minka um útlátið og til null útlát í 2050. Tað vóru umhvørvisfelagsskapir og borgarar í Hollandi, sum stevndu Shell inn fyri rættin við kravi um, at oljufelagið skuldi binda seg til at minka munandi um útlátið, og úrslitið varð, at tey har fingu viðhald. Dómurin segði, at Shell skuldi binda seg til at minka útlátið við 45% innan 2030. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at ein dómstólur álegði einum oljufelag at binda seg til at minka um útlátið.
Hetta var fyrsti dómur av sínum slag og hevur verið roknað við, at hann fór at rudda slóð fyri øðrum líknandi dómum. Shell hevur víst á, at umhvørvisfelagsskapir hava roynt at fáa rættin til at taka undir við einum politiskum boðskapi, ið ikki byggir á vísindalig prógv fyri júst, hvussu nógv eitt orkufelag skal minka útlátið við eftir ávísum áramáli. Kortini sigur dómsavgerðin eisini, at Shell hevur ábyrgd av at minka um CO2 útlátið frá egnum virksemi.
Umhvørvisfeløgini, sum høvdu lagt sak móti Shell, umhugsa nú at fara í Hægstarætt við dómsúrskurðinum. Tað fara so at ganga 2-3 ár til málið verður tikið upp har.
Fleiri mótmæltu í Edinburg í gjár, tá sakarmál móti oljuútbyggingum byrjaði.
Dómurin í Haag verður kunngjørdur sama dag sum enn eitt orkurættarmál byrjaði í Edinburg í Skotlandi ímóti útbygging av olju- og gasskeldum. Tað málið snýr seg um at steðga útbygging av orkukeldunum Rosebank og Jackdaw. Rættarmálið varir í tríggjar dagar og væntast eitt úrslit um 3 mánaðir sambært Energy Voice.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald