Hóast lítið hevur verið at frætta frá Jarðfeingi í eina tíð um arbeiðið at marknaðarføra Føroyar til oljuleiting, so er greitt, at fólkini har hava arbeitt miðvíst við kanningum av eitt nú 12 ymiskum leitimiðjum, sum kunnu hugsast at goyma kolvetni.
Nú metir stovnurin, at tíðin er búgvin til at fara út um landoddarnar at kunna oljufeløg, serstakliga tey, sum arbeiða í bretskum øki eystan fyri markið, um alt tað nýggjasta tilfarið, sum Jarðfeingi hevur útvegað sær og arbeitt við.
Hetta – tvs. marknaðarføring av landgrunninum til kolvetnisleiting - hevur løgtingsins Fíggjarnevnd nú fingið innlit í sambært svari til fyrispurning frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, sum umsitur Jarðfeingi, ið hevur til uppgávu at marknaðarføra leiting við Føroyar.
Fíggjarnevndin vildi fegin hava at vita, hvussu áhugin er fyri kolvetnisleiting á føroyska landgrunninum, nú avmarkingar verða settar á leiting í bretskum øki av teirri bretsku stjórnini?
Tvær risastórar olju- og gasskeldur, Rosebank og Cambo eru funnar fáar kilometrar frá markinum.
Broytingar í bretsku skattatreytunum
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið nemur í svari sínum fyrst við broytingar í skattatreytunum í Bretlandi og sigur, at fyribils eyka skatturin á oljufeløg í bretskum øki, ið varð ásettur av konservativu stjórnini í mai 2022, er hækkaður og longdur av nýggju stjórnini.
Áðrenn mai 2022 var skatturin 40%. Í 2022 hækkaði skatturin við 35%, og nú hevur so bretska stjórnin lagt 3% omaná, soleiðis at skatturin á kolvetnisvinnuna er 78%.
Haraftrat er tíðin við eykaskatti longd frá 2025 til 2030, eins og frádráttin í skattinum fyri nýggjar íløgur, er avtikin.
Fleiri oljufeløg, sum í løtuni eru virkin í bretskum øki, hava úttalað, at tey umhugsa at flyta sínar íløgur úr Bretlandi til onnur lond, eitt nú til Norra, har kolvetnisvinnan hevur betri umstøður.
Oljufelt beint hinumegin markið
Ráðið vísir á, at tað verður aloftast leitað eftir nýggjum kolvetnisgoymslum í undirgrundini nærhendis einum verandi oljufelti, m.a. fyri at fáa størri gagn av sera umfatandi íløgunum í framleiðslutøknina á feltinum. Eitt størri oljufelt beint hinumegin markið økir sostatt um sannlíkindini fyri at leita verður í føroyskum øki.
Oljufeltini, sum eru nærmast føroyska markinum, eru Rosebank, ið bert er 11 km frá føroyska markinum og sum í løtuni verður útbygt til framleiðslu, og Cambo, ið er 5 km frá markinum og sum bíðar eftir loyvi frá bretsku myndugleikunum at verða útbygt.
Um og tá hesi byrja framleiðsluna, er møguleiki fyri, at oljufeløgini í hesum báðum feltunum fara at hyggja í nærumhvørvinum, herundir í føroyskum øki, eftir meira kolvetni.
Útlendsk oljufeløg hava lagt seg á loyvi eystan fyri markið í einum øki, sum røkkur 100 kilometrar. Her er bæði talan um Ithaca Energy, Equinor og Shell.
Vansar og fyrimunir
Vinnumálaráðið vísir á, at ein vansi fyri Føroyar við teimum versnaðu fortreytunum fyri at reka kolvetnisvinnu í bretskum øki er, at vandi er fyri,at leitingin eftir nýggjum oljufeltum steðgar upp, og at tað sostatt ikki koma fleiri oljufelt beint uttanfyri føroyska markið.
Hinvegin kann tað verða ein fyrimunur fyri Føroyar við nýggju skattatreytunum í bretskum øki, at oljufeløgini nú fara - sum tey sjálvi siga - at hyggja eftir møguleikum aðrastaðni. Vit skulu sjálvsagt tryggja okkum, at tey í hesum sambandi eisini hyggja eftir føroyska økinum.
Samanlagt meta vit tað tó vera ein vansa, um leitivirksemi steðgar upp í bretskum øki.
Ætlanir í nærmastu framtíð
Jarðfeingi hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at skilja tann føroyska landgrunnin eystanfyri, fyri at gera tað lættari hjá oljufeløgunum at útgreina jarðfrøðina og kolvetnismøguleikarnar, ið har eru. Hetta arbeiðið hevur seinastu tíðina savnað seg um at eyðmerkja leitimið á føroyskum øki heilt tætt at markinum við Bretland. Talan er í løtuni um 12 ymisk leitimið, sum bæði liggja heilt og partvís inni á føroyskum øki.
Barbara Biskopstø Hansen frá Jarðfeingi á orkuráðstevnu í London, har hon vísir á áhugverd øki at leita eftir kolvetnum á markinum millum Føroyar og Bretland. Mynd Jan Müller.
Við hesum nýggja umframt øðrum tilfari planleggur Jarðfeingi eina rundferð til fleiri oljufeløg í bretskum øki í desember í ár. Ætlanin er bæði at vísa á hesar ítøkiligu møguleikar í føroyskum øki, men endamálið er eisini at fáa eina betur hilling á, hvat oljufeløgini umhugsa at gera aftaná broytingarnar í skattaviðurskiftunum.
Harumframt er ætlanin at fara á oljuráðstevnuna BEOS í London í mars komandi ár, har leitifeløg, íleggjarar, myndugleikar, bankar, ráðgevarar og advokatar hittast at umrøða og gera avtalur um gagnnýtslu av kolvetni. Jarðfeingi luttekur við einum landabási og tveimum framløgum.
-Aftaná hesi bæði átøk vita vit meira um støðuna hjá bretsku oljuvinnuni undir broyttu fortreytunum sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í sínum svari til Fíggjarnevndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald