Veðurlagsráðstevnan hjá ST, COP29, sum hevur vart í tvær vikur, er nú endað við eini avtalu millum umleið 200 lond, har ríkaru londini í heiminum binda seg til at rinda menningarlondunum 2148 mia. kr. um árið frá 2035. Hetta eru bæði lán, stuðul og íløgur frá bæði almennari og privatari síðu.
Upphæddin er tó nógv minni enn menningarlondini høvdu ætlað og vónað. Tey kravdu, at ríkari parturin av heiminum lat eina upphædd uppá 9000 mia. kr. um árið. Hesum fingu tey tó ikki undirtøku fyri, og eftir ráðstevnuna hava fleiri lond eitt nú heimsins fólkaríkasta, India, víst sína stóru ónøgd við avtaluna.
-Henda avtalan er eitt stórt vónbrot fyri mong tilafturskomin lond segði umboðið fyri India, tá ráðstevnan endaði. Eisini danski orkuráðharrin, Lars Aagaard segði seg vera vónsviknan av, at tað ikki eydnaðist at fáa tey ríkastu londini í heiminum at lata eina størri upphædd, sum skal hjálpa menningarlondunum at standa seg ímóti veðurlagsbroytingunum og teimum avleiðingum hesar hava.
Umboð fyri grønu rørslunar í eitt nú Evropa hava mótmælt undirskrivingini av avtaluni, sum tey siga als ikki er nokk til at forða og steðga veðurlagsbroytingunum. Her í Føroyum hevur Bogi Hansen, havfrøðingur, víst á sína ónøgd við úrslitið av ráðstevnuni. Hann sigur við Útvarpið, at tað eru tey ríkaru londini, sum hava skapt trupulleikarnar, sum tey fátæku londini nú líða undir. Tí hava hesi eina ábyrgd at hjálpa teimum verri stillaðu londunum hjálp. -Hetta er ein nokkso syndarlig støða, har tað ikki verður gjørt nokk til tess at minka um broytingarnar í veðurlagnum og fara vit at síggja hesar bara versna.
COP29 hevur verið hildin í Azerbadjan, sum er eitt av leiðandi oljuframleiðandi londunum í heiminum. Royndir vórðu gjørdar á ráðstevnuni at fáa útfasan av olju, gassi og koli við í avtalutekstin, men hetta var tað ikki nóg stór undirtøka fyri, hvat hevur fingið umhvørvisfólk at mótmæla avtaluni og ráðstevnuni.
Stórur partur av ráðstevnuni hevur snúð seg um, hvussu fígging kann fáast til vega til tess at steðga veðurlagsbroytingunum og teimum avleiðingum hesar hava serliga fyri tey fátækastu londunum. Fleiri viðmerkjarar halda, at fíggingarspurningurin hevur fylt alt ov nógv á ráðstevnuni og hevur harvið forðað fyri umrøðu av, hvussu heimurin skal handfara veðurlagsbroytingarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald