Innanlands

Føroysk húsarhald sakna meiri vitan um orkuskiftið

Hvør hevur ábyrgdina av orkuskiftinum í Føroyum? Hví leggja fólk um til nýggjar loysnir? Hvørjar eru forðingarnar fyri at leggja um? 

Eyðna Joensen, samskiftisleiðari hjá SEV hevði sera áhugaverda framløgu á orkuráðstevnuni hjá SEV herfyri. Myndir Jan Müller

Eyðna Joensen, samskiftisleiðari hjá SEV hevði sera áhugaverda framløgu á orkuráðstevnuni hjá SEV herfyri. Myndir Jan Müller

2024-11-30 13:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Úrslit av hurburðs- og meiningakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Sev, vísir m.a., at ein triðingur av teimum spurdu saknar meiri vitan um, hvørjar loysnir hóska best til teirra. Helvtin metir, at tað er ov dýrt. Hetta kom fram á orkuráðstevnini í Vágum herfyri. 

[object Object]

Stuðulstiltøk muna

Kanningin er gjørd í tveimum umførum: fyrst í 2019 og síðan í november 2023. Ein greið broyting er farin fram í hugburðinum hjá fólki til eitt nú møguleikan at skifta til elbil og alternativa hitaskipan.

Talið á elbilum og hitapumpum í føroysku húsarhaldunum er munandi økt í hesum tíðarskeiðnum. Ein av orsøkunum tykist vera, at í hesum tíðarskeiðnum hava ymisk stuðulstiltøk verið í gildi. T.d. avsláttur í elprísinum og mvg-frítøka av elbilum og hitapumpum.

[object Object]

Kanningin vísir eisini, at ársinntøkan í 44% av húsarhaldunum, sum hava lagt um til hitapumpu, liggur yvir 1 mió. kr.  

Hoyr Eyðnu Joensen, samskiftisleiðara hjá Sev, leggja fram úrslitið av kanningini á orkustevnuni Varandi heimur, sum varð hildin í oktober:


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder