Hetta segði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line og formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip á orkuráðstevnuni “Varandi heimur” í Vágum herfyri, har evnið var: Hvussu verður skipaflotin grønur - hvussu kunnu vit gera skipaflotin grønan tvs. uttan CO2 útlát í framtíðini.
Jens Meinhard Rasmussen gjørdi greitt, at hjá einum reiðaríi sum Smyril Line, sum er partur av føroyska handilsflotanum, har er tað fyrst og fremst altjóða felagsskapurin IMO, ið stingur út í kortið krøvini til framtíðar burðardygd og útlát. IMO er altjóða regulator innan sjóvinnuøkið, og har hevur tað síðani 2011 verið ógvuslig regulering, so reiðaríini eru von við at arbeiða undir strongum krøvum, tá tað kemur til umhvørvið.
Men í 2023 gjørdi IMO so eina endurskoðaða strategi, har málini eru rættiliga greið: Í 2050 skal skipaflotin vera útlátsfríur. Tað eru so eisini nøkur rættiliga greið mál ávegis. Í 2030 skal útlátið vera 20% minni enn í 2008, í 2040 70% minni enn í 2008 og í 2050 netto null útlát. Rættiliga greið og einføld mál men sera trupul at røkka.
-Hetta kemur at seta rættiliga stór krøv til reiðarí. Men reiðarí koma ikki at klára hetta einsamøll vísti Jens Meinhard Rasmussen á. Hetta má vera eitt samstarv millum allar partar og eisini millum framleiðarar og leverandørar av brennievni, havnir og statir.
Hvussu skulu vit so røkka hesum málum spurdi hann og endurtók: -Málið er 2050 netto null útlát. Haldi kósin er púra greið, men tað nyttar lítið at hava eina kós, uttan at man eisini hevur framdrift, og tað er tí IMO eisini hevur ásett ávegis málini í 2030 og 2040.
-Tað fyrsta sum reiðarí kunnu gera rættiliga ómaksleyst er á rakstarsíðuni og tøkniligu síðuni til tess at fremja orkunýtslutiltøk. Fyri at taka eitt dømi í Smyril Line gjørdu vit av fyri tveimum árum síðani at broyta allar ruturnar tvs. rutuætlanin bleiv broytt soleiðis, at vit hava longri tíð í sjónum. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit venda skipunum skjótt og koma út aftur at sigla skjótt. Soleiðis fáa vit lækkað um ferðina og minkað um oljunýtlsuna. Tað er gott fyri umhvørvið og fyri økonomiina.
Síðani hava vit eisini gjørt onnur tiltøk eitt nú skift skrúvur fyri at gera skipini effektivari. Vit mugu sigla til tíðina, men vit koma koma ikki niður á netto null við at gera rakstrarlig tiltøk. Skulu vit niður á netto null, so mugu vit hava bennievni, sum eru uttan útlát. Vit skulu eisini brúka landstreym fyri at koma niður á netto null. Kanningar vísa, at bara landstreymur kann minka um útlátið við 7%. Har gera londini rundan um okkum klárt til at geva reiðaríunum landstreym, um tey ikki longu hava hann.
Jens Meinhard Rasmussen helt fyri, at fólk, sum kanska ikki eru tengd at ella partur av hesi vinnuni, hava lyndi til at spyrja, hví reiðarí í Føroyum ikki kunnu fremja tað grøna orkuskiftið, tá man sær, at reiðarí sum t.d. Maersk longu hava bílagt amoniak- ella metanolskip. Hví gera tit ikki tað. Hví eru tit ikki líka so grøn sum hini.
-Veruleikin er, at eitt sokallað alternativt brennievni í kommersiellum nøgdum er ikki tøkt í dag. Vit hava trý altlit. Vit ynskja, at brennievnið skal vera burðardygt, tað má vera tøkt, og tað má vera til at gjalda eisini. Í løtuni hava vit einki brennievni, sum er tøkt í kommerciellum nøgdum. IMO og DNV siga eisini, at í mesta lagi 5% av heimsins brennievni verður alternativt brennievni í 2030. So tað er bara veruleikin, sum vit eru í.
Hvussu hava vit so valt at røkka hesum málinum. Vit mugu sjálvandi taka hædd fyri skipunum og ikki minst rutunum vit hava, tí tær avgera líka nógv, hvat vit velja.. Okkara rutur eru langar, og farvatnið er avbjóðandi. Tí hava vit valt at seta tvey nýggj skip í ordra, sum er gjørd til hesar rutur, umframt tey vakstrarligu átøk vit longu hava gjørt. Hesi skip verða bygd í Kina og latin í 2026.
-Filosofiin í hesum er, sigur Jens Meinhard Rasmussen víðari, at vit skulu hava eitt so stórt skip sum møguligt, sum vit kunnu fáa inn í havnir, har vit skulu arbeiða í heimsins ringasta farvatni. Og í mun til verandi skip, sun vit hava á rutunum, lasta hesi dupult so nógv, hava minni effekt á motorunum enn verandi skip, og vit hava battarískipan, og vit hava møguleika at taka ímóti landstreymi Vit hava so gjørt skipið soleiðis, at tað er klárt til metanol.
Jens Meinhard nevndi til endans tey úrslit, sum Smyril Line røkkur við at gera nýggju íløguna. -Vit fáa motorar, sum eru 15-20% meira effektivir, enn teir tey hava í dag. Tað er eisini rættiliga týdningarmikið, at útlát uppá flutta eind við hesum nýggju skipunum í mun til verandi skip verða 60% lægri. So kunnu vit hava null útlát, tá vit liggja í havn og hava møguleika fyri landsstreymi. Og vit kunnu koma rættiliga tætt uppá netto null, um vit fáa tøkt grønt metanol.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald