Uttanlands

Norra bíðar við námsvinnu á havbotni

Norska stjórnin hevur lagt ætlanina um at fara undir námsvinnu á havbotninum á hillina fram til í minsta lagi 2026.

2024-12-03 19:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta verður gjørt fyri at fáa fíggjarlógina samtykta í norska Stórtinginum skrivar Energy Voice í morgun. Minnilutastjórnin við javnaðarflokkinum á odda hevur gjørt avtalu við SV, sosialistiskt vinstra um ikki at lata loyvi til at byrja námsvinnu á norska landgrunninum í 2025.

Í juni gjørdist greitt, at stjórnin ætlaði at fara undir at lata loyvi til námsvinnu á havbotninum til tess at tryggja tørvin á sonevndum krittiskum mineralum í sambandi við grøna orkuskiftið.

Kanningar frá 2023 vísa, at týðandi nøgdir av mineralum, sum kunnu brúkast í eitt nú battaríum til elbilar, finnast á havbotninum í norskum øki. Síðani hava tríggjar fyritøkur í Norra gjørt greitt, at tær ætla at søkja um loyvi at fara undir at troyta sjáldsomu mineralini. Tær eru Loke, Green Minerals og Adepth.

Men ætlaninar hjá Norra sum fyrsta landið í heiminum at fara undir hesa nýggju vinnuna hava møtt móttmælum frá bæði umhvørvisfelagsskapum og myndugleikum í fleiri londum. Hesi bera ótta fyri avleiðingunum, sum námsvinna á havbotninum kann fáa fyri umhvørvið og livandi tilfeingið í sjónum. Leiðarin í SV, Kirsti Bergsto fegnast um, at tað hevur eydnast flokkinum at samráða seg fram til ein steðg í loyvisgevingini fyribils til 2026. Norska stjórnin kundi ikki vera SV fyriuttan fyri at fáa samtykt komandi fíggjarlóg.

Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir taka sera væl ímóti avgerðini og siga, at hon er ein sigur fyri øll tey, sum stríðast fyri at verja umhvørvi sambært Bloomberg. Sagt verður, at Norra her vísir ábyrgd fyri havsins heilsu heldur enn at loyva oyðandi ídnaði at sleppa framat.  

Val verður til norska Stórtingið í september 2025. Tá verður roknað við, at ein høgrastjórn fer at koma til valdið. Hon fer tá helst at skunda undir aftur ætlaninar við námsvinnu á havbotninum eins og hon eisini fer at skunda undir leiting eftir kolvetnum. Eisini í føroyskum øki finnast umrøddu mineral og hevur Jarðfeingi kannað partar av havbotninum. Hesar kanningar halda sum skilst fram.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder