Skipini skulu hava sonevndar “dual-fuel” motarar, tvs. at tey skulu bæði brúka bio-LNG og diesel sum drívmegi og farið verður burtur frá metanol, sum reiðaríið annars hevur raðfest sum eitt av teimum fyrstu alternativu brennievnunum.
Við hesum bíleggingum heldur danska reiðaríið fram við eini endurnýggjan av konteynaraflotanum, sum av álvara byrjaði við kunngerðin av nýggju grønu strategiini í august.
Skipini verða bygd á trimum skipasmiðjum í Suðurkorea og Kina. Fyrstu skipini vera latin í 2028 og tey seinastu í 2030. Nýggju skipaíløgurnar eru partur av eini strategi hjá Mærsk at skifta út flotan til at brúka grøn brennievni innan 2040.
Mærks miðjar móti at fáa 50-60 nýggj skip í flotan millum 2026 0g 2030, sum í størri mun brúka brennievni við minnni CO2 útláti. Ætlanin er at royna ymisk brennievni, tvs. metanol uppá stytri sikt og bio-LNG uppá longri sikt.
Kelda: Søfart
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald