Havvindur er “in”, hvar tú enn hyggur rundan um teg í grannalondum okkara. Tað veri seg í Bretlandi, Norra og Danmark fyri bert at nevna nøkur av londunum, sum síggja útbyggingar av havvindmylnulundum sum ein av kjarnunum í framtíðar grøna orkuskiftinum.
Sum nakað nýtt eru íleggjarar í grøna orkuskiftið farnir at hyggja eftir Barentshavinum. Har vil man royna at menna vindorku í sama umhvørvi, har olju- og gassframleiðsla longu finst.
Verkætlanin, sum ber heitið “Goliatvind”, skal fara av bakkastokki norðan fyri Norra nærhendis verandi Goliat oljupallin. Verkætlanin hevur fingið 2 mia. kr. í stuðuli frá Enova.
Nú hevur felagið sent umsókn til myndugleikarnar um loyvi til at byggja eina stóra havvindmylnulund í Barentshavinum. Nevndarformaðurin í GoliatVIND, Gunnar Birkeland sigur, at tey vóna at kunna fáa loyvi í 2025. Hann sigur, at við hesi verkætlan kann Norra gerast eitt av oddalondunum innan flótandi havvind.
Ætlaða havvindorkulundin, sum fer at fevna um 5 vindmyllur, fer at liggja umleið 85 km. úr landi á 400 metra dýpi og fer at gera brúk av tí undirstøðukervi, sum longu er millum land og pallin Goliat. Hesin oljupallurin fær el úr landi.
GoliatVIND verkætlanin skal framleiða 75 MW streym. Ætlanin er at framleiða streym frá 2028 og fer lundin eisini at veita streym til Goliat pallin, sum er tann størsti av sínum slag í heiminum. Hann er rundur og av sama slag sum tann, ið orkufelagið Ithaca ætlar at brúka, um og tá tað fær loyvi til at byggja út stóru oljuleiðina Cambo eystan fyri føroyska markið.
Feløgini, sum í løtuni standa fyri eini fyribils royndarverkætlan uttan fyri Hammerfest í Norðurnorra, eru Source Galileo Norge, Odfjell Oceanwind, Kansai Electric Power and ENEOS.
Tað er tó ikki bara viðvindur á havvindorkuøkinum, tá hugt verður eftir gongdini í seinastuni. Eitt nú var tað eitt stórt vónbrot og bakkast fyri grøna orkuskiftið í Danmark, tá nýggjasta útbjóðingin av havvindsøkjum í Danmark fekk eitt skot fyri bógvin. Eingin umsøkjari var, og nú eru myndugleikarnir farnir undir sjálvrannsakan. Teir vilja vita, hví eingin søkti, og hvat skal gerast fyri at betra um komandi útbjóðingar.
Umboð fyri GoliatVIND fegnast um, at tey nú hava latið umsókn inn um vindorkuútbygging í Barentshavinum.
Vindmylnulundin fer at liggja tætt við Goliat oljuleiðina.
https://goliatvind.no/about-project
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald