Innanlands

Vát jól eru grøn jól

Í dag er elframleiðslan 100 prosent grøn – eisini hinar jóladagarnar var talan um 100 prosent grøna framleiðslu í rættiliga nógvar tímar

(Mynd: Sev)

(Mynd: Sev)

2024-12-26 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tær leingist eftir kavaveðri á jólum, kanst tú gleðast um, at vát jól við vindi eru grøn jól, skrivar Sev á heimasíðu síni.

Elframleiðslan í dag, annan jóladag, er 100 prosent burðardygg um alt landið. Jólaaftan var 89 prosent grønur, og í tilsamans 9 tímar og 35 minuttir 100 prosent grønur. Jóladag var elframleiðslan 93 prosent grøn, og í góðar 13 tímar komu 100 prosent frá varðandi elframleiðslu.

Ta løtuna, dunnurnar vóru í ovninum jólaaftan, øktist eftirspurningurin eftir elorku, so tá var neyðugt at tendra motorarnar á Vágsverkinum og Sundsverkinum, men út á seinnapartin dalaði elnýtslan aftur. Vit brúktu mest el í tíðarskeiðnum millum klokkan 15.30 og 17.30 jólaaftan.

Jólamorgun og fyrrapart var nærum eingin vindur, so tá vóru aftur boð eftir Sundsverkinum og Vágsverkinum.

Tað er vatnorkan, sum hevur verið bulurin í elframleiðsluni um jólini. Jólaaftan stóð vatnorkan fyri góðum 51 prosentum og jóladag fyri sløkum 63 prosentum. Í Suðuroy er tað tó vindmyllurnar og battarískipanin, sum syrgja fyri 100 prosent grønari orku, tí vatnorkuverkið í Botni er undir umvæling.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder