Sambært Bloomberg hevur gassið úr Russlandi umvegis Ukraina nøktað umleið fimm % av evropeiska gasstørvinum. Eitt úrslit av støðuni er ein stór øking í gassprísinum.
Gassið úr Russlandi, sum fer umvegis Ukraina, fer til Slovakia, Eysturríki, Ungarn og Italia. Ukrainski forsetin hevur gjørt greitt, at avtalan við Russland verður ikki endurnýggjað. Hetta kemur sera illa við serstakliga hjá Slovakia, sum tørvar russiska gassið. Slovakia er annars tað landið í Evropa, sum hevur sera góð viðurskifti við russiska forsetan Putin.
Herfyri gjørdi Russland annars av at steðga gassflutninginum til Moldova við tí grundgeving, at landið ikki hevur goldið sínar rokningar. Forsætisráðharrin í Moldova sigur, at Russland brúkar orku sum politiskt vápn.
Nú veturin ger um seg verður roknað við, at fleiri lond í Eysturevropa fara at hava stóran tørv á russiskum gassi. Støðan, sum hevur tikið seg upp nú eftir nýggjár, kemur bæði illa við hjá Russlandi, sum missir týðandi inntøkur og hjá fleiri ES londum, sum ikki kunnu vera russiska gassið fyriuttan.
Keldur: The New York Times, Bloomberg, E24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald