Hetta tiltakið kemur um somu tíð, sum komandi amerikanski forsetin Donald Trump heitir á bretsku stjórnina um at lata upp fyri nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.
Biden hevur við hesum friðað størri øki fyri olju og gass enn nakar forseti undan honum skrivar E24.
Biden ætlar at banna øllum slíkum nýggjum virksemi á eysturstrondini og í Meksikanska flógvanum, eins á kyrrahavsstrondini út fyri Washington, Oregon og California eins í pørtum av Alaska.
Hann grundgevur við umhvørvisligu avleiðingunum av nýggjari leiting og framleiðslu, sum hann sigur vera størri enn fyrimunirnir við virkseminum. Hetta verður so eisini gjørt fyri at verja lokalsamfeløgini og fiskivinnu eins og aðra vinnu.
Hann sigur, at fólkið, sum býr í hesum umrøddu økjum ynskja eitt slíkt bann. Hetta verður gjørt bert fáar dagar, áðrenn Donald Trump, sum lovprísar olju- og gassvinnuni, tekur við
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald