Innanlands

Elveitingarlóg fyri tingið mikudagin

Andstøðan á tingi vil broyta elveitingarlógina

2025-01-12 15:07 Author image
Jan Müller
placeholder

Vinnufyritøkur  fara sambært uppskotinum  at  fáa  møguleika  at keypa el fyri lægri elprís á einum sølumarknaði. M.a. hetta er kjarnan í  einum lógaruppskoti, sum kemur til 1. viðgerð á tingi mikudagin. Tað eru teir tríggir andstøðuflokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin  og Miðflokkurin, sum hava lagt uppskot fyri tingið um at fremja broytingar í elveitingarlógini. Uppskotið er soljóðandi:

“SEV keypir og selur elorku, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Sølan fer fram í heilsølu ella í smásølu. Sølufeløg skulu hava góðkenning fyri at selja el. Sølufeløg skulu áseta smásøluprísir fyri sølu av el og kunnu áseta prís fyri tænastur knýttar at sølu av el. Sølufeløg kunnu áseta avsláttur fyri sølu av el til góðkendar hitapumpur til elbilar, til stórkundar, til løðistøðir o.tíl.”

Atfinningar á orkuráðstevnu

Elveitingarlógin og serliga seinastu broytingarnar hava annars verið nógv umrøddar í miðlunum og varð m.a. varpað ljós á málið á stóru orkuráðstevnuni í Vágum herfyri. Tá søgdu fólkini aftanfyri stóru útbyggingarætlanina “Eysturlund” í Eysturoynni, at politikararnir við seinastu broytingunum í elveitingarlógini í veruleikanum høvdu sett ein kíla inn í hesa stóru grønu orkuverkætlan og harvið forðaðu fyri grøna orkuskiftinum, sum teir annars sjálvir ynskja at fremja.

[object Object]

Nú stutt undan umrøðuni á tingi hevur ein av uppskotsstillarunum, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum skrivað lesarabræv, har hann m.a. vísir á, at ein  føroyskur elmarknaður fer at seta meira ferð á grøna orkuskiftið í Føroyum.

Tingmaðurin vísir á, at í løtuni er støðan tann, at vit royna at seta fleiri vindmyllur upp, men ein stórur partur av orkuni, sum hesar framleiða, fer til spillis, tí eingin er at taka ímóti henni. Elorka hevur nevniliga tann keðiliga eginleikan, at hon kann illa goymast. Hon skal tí helst framleiðast í somu løtu sum hon verður brúkt.

Vindmyllur, harafturímóti, framleiða ikki mest, tá mest brúk er fyri orku. Tær framleiða mest, tá nógvur vindur er skrivar tingmaðurin og heldur fram:

-Vit eru í løtuni í teirri støðu, at vit framleiða nógv el, meðan brúkarin brennir olju fyri at hita sær húsini. Tí noyðast vit at venda kikaran yvir á nýtsluna, og fáa hana umlagda til ta orkuna sum vit hava nógv av. Og hetta er orsøkin til, at andstøðuflokkarnir hava lagt uppskotið fyri Løgtingið, ið skal stuðla undir at fáa nýtsluna lagda um.

[object Object]

Skal eggja til grønar loysnir

Fyri einum góðum ári síðani sat ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri landsstýrið og Kommunufelagið og viðgjørdi møguleikarnar fyri at skipa ein elmarknað. Arbeiðsbólkurin handaði Ingilín D. Strøm, táverandi landsstýriskvinnu, eina frágreiðing í desember 2023. Bólkurin mælti til eina skipan, har SEV keypir alla framleiddu elorkuna, og selir hana til brúkararnar ella millumhandlarar fyri skiftandi tímaprís.

Tá framleiðslukostnaðurin lækkar (t.d. orsaka av nógvum vindi), so skal søluprísurin eisini lækka. Hetta skal eggja fólki til at brúka streym, tá nógv grøn orka er tøk.

Skipanin skal eisini eggja fyritøkum til at finna tað røttu loysnina fyri tann einstaka kundan. Arbeiðsbólkurin sigur soleiðis í frágreiðingini: “Hjá brúkarum kann tað vera møtimikið at velja røttu loysnirnar, men við einum vælvirkandi sølu- og tænastuliði ber til at menna ymiskar loysnir, sum gagna brúkaranum og orkuskiftinum.”

Kann ikki samanberast við onnur

Nakað av kjaki hevur verið um uppskotið frá andstøðuflokkunum, síðani tað bleiv lagt fram. Tað tykist sum at fólk hava fingið ta fatan, at SEV skal ikki longur sleppa at selja streym, men at onnur skulu yvirtaka hesa uppgávuna, og fleiri hava samanborið hetta við støðuna í Europa, har elprísirnir onkra løtu hava verið sera høgir.

Men um vit hyggja eftir støðuni í Føroyum í dag, so er kostnaðurin fyri framleiðsluna rættiliga ymiskur. SEV kann keypa streym frá vindmyllum fyri 23 oyru/kWt, meðan streymur framleiddur úr olju kostar fýra ferðir so nógv (umleið 100 oyru/kWt). Men alt hetta verður selt til kundarnar fyri sama prís. Tí loysir tað seg fyri SEV, um størri partur av orkuni verður grøn.

SEV má í verandi støðu keypa alla framleiddu orkuna úr vindi (eisini ta orkuna, sum ikki verður brúkt), so um tað eydnast at fáa kundarnar at keypa størri part av vindorku, so fer minni til spillis, og neyðugt verður ikki at framleiða so nógv av teirri dýru og dálkandi orkuni. Samanlagt fer hetta at hava við sær, at SEV fer at keypa bíligari og selja meira, tí fleiri kundar fara at brúka el heldur enn olju eitt nú til at hita húsini við. Hetta verður tí ein vinningur – bæði fyri SEV og fyri grøna orkuskiftið í síni heild.

At samanbera hetta við støðuna aðrastaðni í Europa gevur onga meining. Teirra prísir hækka, tí orka manglar. Hjá okkum snýr tað seg um at brúka ta orkuna, sum í løtuni loypur av og tí fer til spillis skrivar Helgi Abrahamsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder