Rakul Maria Johannesen, Ph.D.-lesandi á Jarðfeingi, staðsett á Universitetinum í Oslo, byrjaði fyri yvir tveimum árum síðani sína PhD-verkætlan “Tinna – Jarðfrøðiliga loysnin at røkka null útláti”. Ein verkætlan, sum millum annað er stuðlað av Granskingarráðnum. Tað er í hesum samanhangi, at samband er fingið við Equinor og 44.01, og samstarv sprottið.

[object Object]

Á verkstovuni varð millum annað greitt frá, hvat CO2-goymsla er, hví tað er neyðugt at menna hesa tøkni, men eisini hvørjir fyrimunir eru við goymslu í basalti í mun til goymslu í gomlum olju- og gassgoymslum, sum eitt nú hevur verið gjørt í Norðsjónum síðani 1990’ini.

[object Object]

Í stuttum kann sigast, at samanrenningin av basalti, CO2 og vatni ger, at CO2 søkkur niður í undirgrundina og verður umskapað til tinnur eftir fáum árum.  Henda sama tilgongd at gera CO2 um til mineral, kann taka upp til fleiri túsund ár, har onnur grótsløg verða brúkt. Skjóta mineraliseringin, sum hendir, tá ið CO2 verður upployst í vatni og koyrt niður í basalt, hevur við sær, at vandin fyri lekum er nærum ikki til staðar. Til ber at lesa meira um CO2-goymslur her.

[object Object]

Tað, sum liggur í kortinum nú, er at fara í gongd við royndarverkætlanina DecarbFaroe. Henda verkætlan skal, sum navnið eisini avdúkar, gerast í Føroyum. Um alt gongur sum ætlað, verður umsókn í vár send EU stuðulsgrunninum Clean Energy Transition Partnership (CETP) um pening til royndarverkætlanina. Tey, ið mynda hesa verkætlan, eru samanlagt 21 samstarvsfelagar. Tey flestu eru úr Evropa, men India og USA eru eisini umboðað. Úr Føroyum eru umframt Jarðfeingi SEV og Bakkafrost við í umsóknini.

FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, var við á verkstovuni og fara vit seinni at greiða meira frá henni á orkan.fo.

Vinstrumegin síggja vit, hvussu CO2 verður pumpað niður í sandstein á havbotninum. Høgrumegin síggja vit, hvussu hetta verður gjørt í basalt á landi.

Sascha Bussat frá Equinor greiðir frá um DecarbFaroe

Økið har pilotverkætlanin eftir ætlan verður framd

Kelda Jarðfeingi og myndir Jan Müller.