Hundraðtals gomul og illa viðlíkahildin tangaskip flyta russiska olju gjøgnum Eystrasalt og út í restina av heiminum.
Talan er um sokallaða skuggaflotan, sum russar brúka fyri at sleppa undan loftinum, sum vestanlond hava sett fyri at avmarka russisku oljuinntøkurnar.
Skipini í skuggaflotanum eru sum oftast niðurslitin, og sigla undir hentleikaflaggi – tað vil siga at tey eru skrásett í londum, sum ikki hava eftirlit við teimum. Eitt nógv brúkt land at skráseta slík skip er Cooksoyggjar í Kyrrahavinum.
Eitt annað land er afrikanska landið, Gabon, hvørs altjóðafloti tvífaldaðist í øðrum hálvári av 2023.
Metingarnar av hvussu stórur skuggaflotin er, eru ymiskar, heilt millum 400 og yvir 1.000 tangaskip.
Tey virka ikki heilt í skugganum, tí tey dylja til dømis ikki fyri, at tey heinta lasina á russiskum oljuterminalum. Men hinvegin er tað verri at finna av, hvør eigarin er, og hvussu hesi skip eru tryggjað.
Sleppa undan prísloftinum
Í 2022 settu G7-londini og ES eitt prísloft fyri keyp av russiskari olju. Endamálið var at minka um inntøkurnar hjá Russlandi uttan at órógva altjóða oljumarknaðin. Russland skuldi framhaldandi sleppa at flyta út olju, men til ein lægri prís.
Prísloftið virkar á tann hátt, at tryggingarfeløgini ikki sleppa at tryggja skip, sum flyta russiska olju, ið verður seld fyri hægri prís enn prísloftið.
Sambært reglugerðini hjá sjóvinnustovninum hjá ST, IMO, skulu øll skip verða tryggjað av einum álítandi tryggingarveitara. Í praksis merkir tað, at tryggingarnar verða stýrdar av IG, sum er eitt netverk av stórum tryggingarfeløgum, sum tryggja flutning til havs.
Tá prísloftið varð sett í gildi, vóru 70 prosent av skipunum, ið fluttu russiska olju, tryggjað í feløgum undir IG, men hesin partur er nú minkaður niður í 10 prosent, vísir ein kanning hjá Kiev School of Economics.
Hetta hevur gjørt tað møguligt hjá Russlandi framhaldandi at flyta út olju til ein hægri prís, enn vesturlond høvdu ásett. Núverandi prísurin er lægri enn hann var, men enn greitt oman fyri markið, sum G7 setti fyri tveimum árum síðani.
Gomul og niðurslitin skip
Skipini í skuggaflotanum eru í miðal nærum 20 ára gomul, og nærkast sostatt endanum á teirra livitíð. Hetta merkir, at vandin fyri vanlukkum og lekum er nógv størri enn hann er við nýbygdum skipum.
Hartil eru skipini ofta illa hildin. Tá skipið Eagle S herfyri varð kannað, vóru fleiri álvarsligir trygdarvandar staðfestir.
Hósdagin misti eitt annað av skipunum í skuggaflotanum, Eventin, mannereringarevnini tá tað fekk maskinbrek í týskum sjógvi í Eystrasalti. Týskir sleiparar máttu í skundi út í ringum veðri fyri at forða fyri eini umhvørvisvanlukku. 18 ára gamla Eventin hevur 100.000 av olju umborð.
Onnur tangaskip í skuggaflotanum hava eisini verið innblandað í vanlukkum og vandastøðum, eitt nú út fyri Gibraltar og í Asia.
Sagt verður eisini, at russar brúka skuggaflotan til njósning, og – eins og við Eagle S – til at fremja yvirgang móti samskiftis- og orkukervinum.
Fleiri tiltøk
G7 og ES hava nú sett í verk revsitiltøk móti yvir 100 skipum úr hesum skuggaflotinum. Tiltøkini hava við sær, at kundar, sum taka ímóti hesum skipum ella teirra farmi, eru í vanda fyri trupulleikum og revsing.
Tveir triðingar av hesum skipum eru nú tikin úr virknari tænastu, og tað merkir, at íløgurnar, sum eru gjørdar í hesi skip, nú eru mistar.
Fríggjadagin víðkaði USA sín lista til at fevna um næstan 200 skip umframt bankar og orkumeklarafyritøkur. Hesi tiltøk fara helst at trýsta russiska búskapin enn meira.
Kelda: yle.fi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald