Innanlands

Fýra feløg vilja seta upp vindmyllur í Sandoynni

Fýra feløg vilja sleppa at gera streym úr vindorku í Klivaløkshaga vestanfyri Sands bygd

2025-01-15 23:45 Author image
Jan Müller
placeholder
Tilboðini eru júst latin upp á Umhvørvisstovuni veit  Útvarpið at siga frá. 

Ætlanin er, at sjey vindmyllur skulu setast upp, og arbeiðið skal vera liðugt innan tvey ár.

- Men øll endalig loyvi eru ikki komin upp á pláss enn, sigur Ari Johanneson, leiðari á Elveitingareftirlitinum við Útvarpið. Tað eru verandi framleiðarar av vindorku, sum hava søkt um loyvi at vera partur av vindorkuútbyggingini í Sandoynni. Teir eru SEV, Effo, Johan í Niðristovu og Magn. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder