Hetta hendi í vikuni, tá Patel dómari, kom við síni niðurstøðu dagin eftir, at Hægstirættur noktaði at steðga einum sakarmáli, har Honolulu stevnir Exxon, BP, Shell og nógv onnur oljufeløg.
Sakarmálið, sum New York býur legði, byrjaði í apríl 2021. Tað var 3 vikur aftaná, at ein samveldis (føderalur) rættur vísti aftur, at Exxon, BP, Shell, Chevron og ConocoPhillips høvdu skyldu til at gjalda kostnaðin av globalari upphiting.
Amerikanska Petroleum Instituttið API tók væl ímóti hesa seinastu avgerðini: "Veðurlagspolitikkur skal viðgerast og avgerast í Kongressini, ikki í einum klútateppi av dómstólum", segði Ryna Meyers, ið er løgfrøðiligur ráðgevi hjá API.
New York segði í síni niðurstøðu til rættin, at oljufeløg hava fjalt sannleikan um útlát fyri 8,3 mió. íbúgvum. Haraftrat skuldsetti býurin feløgini fyri “greenwashing”.
Patel dómari sigur í síni avgerð, at eingi prógv eru funnin um, at oljufeløgini ella American Petroleum Institute hava staðið fyri sonevndum "greenwashing” kampanjum.
Nicholas Paolucci, ein talsmaður fyri lógarumsitingina í New York sigur, at býurin nú umhugsar støðuna tvs. hvørjir møguleikar eru fyri at fara víðari við málinum eftir henda dómin í Hægstarætti í statinum.
-Tað er okkara metan, at oljufeløgini hava brúkt stórar peningaupphæddir til tess at villeiða brúkararnar til at halda, at oljufeløgini eru við til at geva sítt íkast til eina reina orkuframtíð. Tað gera tey ikki. Og feløg, sum ikki halda til tær lógir, sum skulu verja brúkaran, skulu revsast fyri tað.
Ein talsmaður fyri Exxon vónar, at politikarar kring landið nú skilja, at hóast ideologiska haturið móti oljuvinnuni, merkir tað ikki, at feløgini hava forbrotið seg. Fleiri amerikanskir statir og lokalar stjórnir hava saksøkt oljufeløg yvir veðurlagsbroytingar og CO2 útlát.
Kelda: Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald