Hetta vísir ein spildurnýggj kanning, sum True North hevur gjørt. 71% av teimum spurdu siga seg ganga inn fyri, at Bretland skal framleiða olju og gass til egið brúk heldur enn at innflyta tað úr øðrum londum. Einans 16% siga, at Bretland skal heldur innflyta kolvetni.
Hóast hetta heldur nýggja bretska Labour stjórnin við orkuráðharranum Ed Miliband á odda, at farast skal burtur frá olju og gassi skjótast til ber. Hann sigur, at nýggj leiting skal bannast eins og eingin loyvi skulu gevast til nýggjar útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum.
Ed Miliband bretski orku- og veðurlagsráðharrin, sum roynir at seta kílar inn í olju- og gassvirksemið í Norðsjónum og sum møtir harðari mótstøðu frá bæði vinnu og lokalpolitikarum. Stóri spurningurin er, hvør støðan hjá forsætisráðharranum verður.
Framtíðin hjá bretsku oljuvinnuni hongur kortini í einum klønum tráð, nú stjórnin hevur gjørt av at hækka oljuskattin til 78% og ætlar at skerja møguleikarnar hjá vinnuni enn meira. Nøkur fá ár herfyri var skatturin niðri á 40%. Tað hevur fingið fleiri av oljufeløgunum at umhugsa sína støðu í Bretlandi og heldur hyggja eftir møguleikum í øðrum pørtum av heiminum eitt nú Afrika.
Tað, sum síðani er hent í kjalarvørrinum á brandskattingini, er, at fleiri av oljufeløgunum hava gjørt av at leggja sínar ognir saman til tess at kunna fremja sparingar. Millum hesar eru m.a. ENI og Ithaca, síðani eisini Shell og Equinor. Tíðin vil so vísa, hvørjar avleiðingar hesar samanleggingar kunnu fáa fyri virksemið í Norðsjónum.
Mong eygu er tí í hesum døgum eisini vend móti økjunum vestan fyri Hetland ella um tú vil eystan fyri Føroyar. Tá er spurningurin, um samanleggingar av feløgum so sum Shell og Equinor eins og Ithaca og ENI kunnu fáa ávirkan á framtíðina hjá olju- og gassleiðum á Atlantsmótinum. Tað er so eitt av málunum, sum serfrøðingarnir á Jarðfeingi eins og tey í Vinnumálaráðnum fylgja væl við í. Aftrat hesum kemur so eisini spurningurin um sakarmál, sum Greenpeace og aðrir umhvørvisfelagsskapir hava lagt móti framtíðar útbygging í økinum. Avgerð í tí málinum fellur helst fyrsta dagin.
Í Aberdeen, sum higartil hevur verið oljuhøvuðsstaðurin í Norðsjónum, ganga bylgjurnar høgt. Bæði leiðslurnar í vinnuni og fakfeløgunum eins og lokalir politikarar royna at strongja á at fáa leiðsluna í Labour at taka aftur hóttaninar frá orkuráðharanum Ed Miliband at stegða nærum øllum framtíðar olju- og gassvirksemi.
Hóast skotar og bretar ganga inn fyri tí grøna orkuskiftinum, so verður ávarað ímóti at fremja eina gongd, sum tekur vinnuna heilt av ræði við lyftum um, at varandi orkukeldur longu nú megna at taka yvir uppgávurnar frá olju- og gassvinnuni. Hetta fer at taka tíð, og vinnan má eisini fáa møguleikar og stundir til at leggja um.
Bretska stjórnin er í løtuni í einum dilemma. Øðrumegin ynskir hon at menna búskapin skjótast til ber, og hinumegin vil hon eisini menna grøna orkuskiftið. Torført er at fáa hesi at ganga hond í hond, og tað kemur so eisini at standa sína roynd í hesum døgum, har skattaráðharrin ætlar at geva grønt ljós útbygging av Heathrow floghavnini í London, meðan orku- og veðurlagsráðharrin er ímóti. Financial Times skrivar í morgun, at eftir øllum at døma verður floghavnin útbygd, nú eisini sjálvur forsætisráðharrin hevur sagt, at búskapurin hevur ovastu raðfesting og harvið merkir loyvi til at útbyggja floghavnina.
Hetta er nakað, sum umboð fyri oljuvinnuna, hava skrivað sær aftanfyri oyrað, nú tað møguliga verður forsætisráðharrin og ikki tann víðgongdi orku- og klimaráðharrin, ið skal seta út í kortið framtíðina hjá oljuvinnuni í eitt nú Skotlandi. Í løtuni verða samráðingar millum stjórnina og oljuvinnuna í Skotlandi fyrireikaðar og fara hesar uttan iva at avgera lagnuna hjá oljuvinnuni har.
Felagið hjá orkufyritøkunum “Offshore Energies UK” ger alt tað tað kann fyri at fáa leiðsluna í Labour at forða tí kompromileysa orkuráðharranum at hava endaliga orðið. Hetta snýr seg so sanniliga eisini um at varðveita arbeiðspláss men eisini um orkutrygd og at kunna sleppa undan at innflyta olju og gass, sum hvur størri útlát enn tað heimliga.
Umframt mongu olju- og gassleiðirnar millum Hetland og Føroyar, sum longu framleiða og tær, sum skulu útbyggjast við markið, standa oljufeløgini Equinor, Total og Shell fyri nógvum nýggjum leitiloyvum eystan fyri Føroyar. (Sí myrkabláu teigarnar hjá Equinor og Total og ljósabláu hjá Shell.)
Føroyar og bretski orkupolitikkurin
Tað er greitt, at støðan og gongdin í Bretlandi á orkuøkinum hevur og kann fáa enn størri týdning og avleiðingar fyri royndirnar hjá Føroyum at leita eftir og framleiða kolvetni eins og fyri møguleikar hjá føroysku veitaravinnuni.
Tað var ein fyri Føroyar sera kærkomin avgerð, tá undanfarna bretska stjórnin gav grønt ljós til eina risastóra olju- og gassútbygging tætt við føroyska markið í 2023. Tað gjørdi, at fyristøðufelagið Equinor alt fyri eitt fór undir útbyggingina, sum føroyskar veitarafyritøkur nú kunnu gerast partur av, nú oljuleiðin liggur so nær Føroyum. Enn ein avleiðing av hesi útbygging kann gerast, at nýtt ljós verður varpað á føroyska økið í sambandi við leiting eftir olju og gassi. Við framleiðslu á Rosebankleiðini fáa vit eitt spildurnýtt undirstøðukervi í grannalagnum, sum eisini framtíðar føroyskar oljuleiðir kunnu gera sær dælt av.
Umframt hesa útbyggingina stendur enn ein oljuleið fyri tørni, Cambo, sum liggur uppaftur nærri markinum. Haraftrat koma so tey mongu leitiloyvini tætt við markið, sum longu eru latin oljufeløgum.
Alt hetta kann koma at fáa stóran týdning fyri føroyska leiting og veiting, men óvist er, hvat fer at koma burtur úr samrøðunum í næstum millum stjórnina og vinnuna um framtíðina í Norðsjónum og á Atlantsmótinum.
Aftrat hesum kemur so enn ein óvissa, sum snýr seg um rættamál hjá Greenpeace oø. móti eitt nú framtíðar útbyggingum so sum Rosebank og Cambo.
Keldur: Energy Voice og Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald