Uttanlands

Bretski forsætisráðharrin stuðlar oljuútbygging við Føroyar

Hóast bretski orkuráðharrin Ed Miliband hevur roynt at seta kíla í komandi oljuútbyggingar,  kemur sjálvur forsætisráðharrin Keir Starmer nú vinnuni til hjálpar. Hann vil nevniliga stuðla víðari útbygging av olju- og gasskeldum.

Spurt verður í hvørjum hondum lagnan hjá bretsku oljuvinnuni liggur. Svarið er helst í hondunum hjá forsætisráðharranum Keir Starmer heldur enn hjá orkuráðharranum Ed Miliband. Mynd Financial Times.

Spurt verður í hvørjum hondum lagnan hjá bretsku oljuvinnuni liggur. Svarið er helst í hondunum hjá forsætisráðharranum Keir Starmer heldur enn hjá orkuráðharranum Ed Miliband. Mynd Financial Times.

2025-02-09 16:46 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta veit heimskenda bretska ávísin Financial Times at siga frá.  Og forsætisráðharrin stendur eftir øllum at døma ikki einsamallur við hesi avgerð. Hann fær fullan stuðul frá tí týdingarmikla fíggjarmálaráðharranum Rachel Reeves, sum nú um dagarnar setti út í kortið framtíðar búskaparpolitikkin hjá nýggju Labour stjórnini, tá hon gjørdi púra greitt, at búskaparlig menning hevur fyrstu raðfesting.

Við hesum sipaði hon m.a. til ætlanina at loyva útbygging av Heathrow floghavnini í London, nakað, sum umhvørvisfelagsskapir hava stríðst ímóti. Nú fer so Keir Starmer eitt stig víðari og lýsir olju- og gassútbyggingar sum ein týðandi part av búskaparligu menningini landið hevur tørv á. 

-Vit gjørdu greitt í okkara manifesti undan valinum, at vit skulu virða øll givin loyvi, harímillum til Rosebank og Jackdaw, og vit fara at halda hesi lyfti, segði Rachel Reeves við Channel 4 nú um dagarnar. 


[object Object]

Bretska ávísin The Financial Times, bar hesi tíðindini í vikuni.  


Í farnu viku segði rættur í Skotlandi, at loyvini til tvær útbyggingar nevniliga Rosebank á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar  og Jackdaw í Norðsjónum vórðu latin ólógliga av undanfarnu konservativu stjórnini. Orsøkin var tann, segði rætturin, at útlátið frá nýtsluni av kolventum ikki var tikið við í umhvørvisligu krøvunum.  Tí skulu feløgini nú søkja av nýggjum. Samtíðis sigur rætturin, at feløgini kunnu halda fram við útbyggingunum, men skulu fáa grønt ljós aftur frá myndugleikunum, áðrenn  tey fara undir framleiðslu. 

[object Object]


Stjórin í Equinor, Anders Opedal ávarar Bretland. Royndir at steðga útbyggingum kunnu skaða umdømið hjá Bretlandi og kunnu fáa íleggjarar at venda Bretlandi bakið. Á eini ráðstevnu fyri íleggjarar herfyri segði Opedal, at Ed Miliband, orkumálaráðharri eigur at geva nýggj loyvi til tess at tryggja, at Bretland framhaldandi kann vera eitt stabilt land at gera íløgur í. Hann vísti eisini á, at verða nýggjar útbyggingar steðgaðar, so fer hetta at hava við sær, at Bretland noyðist at innflyta enn meira av orku úr londum uttan fyri Evropa, orku við nógv størri útláti.

Í stjórnarflokkinum Labour er ósemja um málið. Tingfólk, sum ynskja olju og gass, har piparið grør, ynskja ikki, at útbyggingarnar skulu sleppa at halda fram. Nú hava so tvey av teimum mest týðandi ráðharrunum í stjórnini sagt seg vilja stuðla útbyggingunum.  

Financial Times skrivar, at forsætisráðharrin skal hava lovað stjóranum í Equinor, at hann fer at stuðla verkætlanini vísandi til manifesto hjá Labour undan valinum, har varð gjørt greitt, at givin loyvi koma at halda fram.

Ein talsmaður fyri forsætisráðharran sigur eisini, at olja og gass fara at vera partur av orkuskipanini í tíggjutals ár aftrat. Loyvi, sum eru latin til oljuleiting og framleiðslu, verða ikki tikin aftur ger hann greitt. Broytingin eftir rættarútskurð er tann, at feløgini skulu søkja av nýggjum og taka við alt útlátið frá framleiðslu og nýtsluni av kolvetnum. 

[object Object]Stjórin í Equinor Anders Opedal her saman við bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer. 

Í bretskum miðlum verður gitt, at skuldi tað hent, at stjórnin seinni í ár setir fót fyri útbyggingunum eftir nýggja umsókn, tá kann hetta fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum Norra og Bretland. Norsk olja og gass hava í dag stóran týdning fyri Bretland. 


[object Object]

[object Object]

[object Object]

Stóra olju- og gasskeldan Rosebank nærhendis Føroyum  fær nógva umrøðu í bretskum miðlum í hesum døgum. Umframt hesa útbyggingina er eisini uppá tal at fara undir enn eina stóra útbygging við markið, nevniliga Cambo. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder