Innanlands

Varandi Vinna: Eru vit á rættari og góðari leið?

Fer SEV yvirhøvur at náa málinum um 100% grøna elorku á landi í 2030? Eru vit á rættari leið, ella gongur tað ov seint? Millum annað hetta varð umrøtt, tá ið netverksfundir vóru á skránni í netverkinum Varandi Vinna í farnu viku

2025-02-10 12:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Í farnu viku vóru netverksfundir í Varandi Vinnu á skránni, tá ið limafyritøkurnar hittust fyri at umrøða burðardygd og grøna orkuskiftið. Netverkið er skipað í tveimum sporum, so tað bæði ber til at røkka fyritøkum, sum hava drúgvar royndir á økinum, og teimum, sum enn eru á byrjanarstøði.

Eru vit á rættari leið?
Mikudagin hittust fyritøkurnar, sum longu arbeiða miðvíst við burðardygd, á Fiskastykkinum í Sandavági fyri at umrøða grøna orkuskiftið við støði í kósini hjá SEV um at veita 100% grøna elorku á landi í 2030.

Á fundinum legði John Olsen, sum hevur drúgvar royndir í grønari elorku, fram síni sjónarmið um evnið. John viðgjørdi evnið úr ymsum sjónarhornum, men legði fyrst og fremst dent á kritiska vegin í verkætlanini. Fer SEV yvirhøvur at náa málinum? Hvørjar útbyggingar skulu gerast, hvussu stórar skulu tær vera, og nær skulu tær gerast? Ella er tað ov seint?

Hiddenfjord legði fram ítøkiligu átøkini, sum hon arbeiðir við. Umframt at vera heimsins fyrsta alifyritøka, sum bara flytur laksavøru sjóvegis, er hon farin í holt við at gagnnýta tekjurnar og sólorkutilfeingið. Eitt nú varð stóra sólorkuverkætlanin á Fútakletti umrødd á Fiskastykkinum.

Eru vit á góðari leið?
Hósdagin hittust fyritøkurnar, sum eru í holt við at fóta sær á økinum, í hølunum hjá heilsøluni Poul Hansen í Havn. Innleiðslunetverkið hevur til endamáls at læra og kunna, so at fyritøkurnar kunnu seta sær bindandi mál í framtíðini og harvið førka seg ímóti fyritøkunum, sum hava drúgvar royndir.

Á skránni var kunning um krøv til skráseting, hvat ESG-lyklatøl eru, og hvat endamálið við CO2-roknaranum, sum varð kunngjørdur á fyrsta sinni í 2022, er. CO2-roknarin skal gera tað lættari hjá fyritøkum at gera upp sítt árliga CO2-útlát og harvið eggja teimum at minka CO2-útlátið.

Harumframt greiddu starvsfólk frá byggivirkinum Búsetur og vertunum Poul Hansen frá, hvussu tey skipa arbeiðið við burðardygd. Búsetur greiddi frá mannagongdum, sum tey brúka, tá ið innanhýsis skrásetingarskjøl skulu gerast, meðan Poul Hansen greiddi frá, hvussu tey eru í ferð við at fóta sær á burðardyggu leiðini.

Stórur tørvur á samstarvi
Fundirnir í farnu viku staðfesta, at vinnulívið í vaksandi mun er tilvitað um týdningin at menna burðardyggar loysnir, og at tørvurin á samstarvi, samskifti, vitanardeiling og praktiskum amboðum er stórur.

Nógvar fyritøkur hava longu sett sær burðardygg mál, men niðurstøðan er, at tær ofta hava tørv á vegleiðing og praktiskum amboðum, sum kunnu gera tað lættari at røkka hesum málum. Harumframt varð staðfest, at samstørv og netverksarbeiði hava stóran týdning fyri at finna nýggjar loysnir og harvið styrkja burðardyggu menningina.

Úrslitið er, at tað er vilji at fara undir ítøkilig átøk, sum kunnu føra vinnuna fram á leið í grøna orkuskiftinum. Við øktum samstarvi og samskifti er grundarlagið lagt fyri einum sterkum netverki, sum kann dríva burðardyggu menningina og skapa varandi broytingar.

Altíð pláss fyri fleiri
Longu nú eru 29 fyritøkur við í netverkinum Varandi Vinna, og pláss er fyri fleiri. At netverka um burðardygd gevur fyritøkum týðandi høvi at samstarva og læra frá hvørjum øðrum.

Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella limir í øðrum arbeiðsgevarafelagi. Serskild skipan kann verða gjørd fyri fyritøkur, sum ikki kunnu gerast partur av Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Les meira um Varandi Vinnu, og hvussu tú kanst melda teg til netverkið, her.

Kelda: Vinnuhúsið



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder