Innanlands

Orkuskiftið í Føroyum: Tað gongur ov seint

-Vit mugu seta ferð á orkuskiftið nú. Tað staðfesta tær 29 limafyritøkurnar í netverkinum Varandi Vinnu, sum halda, at tað gongur ov seint, og at politiska skipanin má geva orkuskiftinum hægstu raðfesting.

2025-02-10 14:51 Author image
Jan Müller
placeholder

Orkunýtslan í Føroyum veksur skjótt, og tað setir stórt trýst á orkuskiftið. Í 2014 brúktu føroyingar umleið 300 GWt av elorku, men í 2024 er tað nærum 500 GWt. Økingin ger, at stórur tørvur er á at útbyggja varandi orkuframleiðslu bæði skjótari og meira málrættað.

Vinnan sum lykilspælari
Vinnan spælir ein týðandi leiklut í orkuskiftinum. Samstundis sum vinnan eigur stóran part av orkunýtsluni í Føroyum, er eitt skjótt og vælskipað orkuskifti avgerandi fyri kappingarførið hjá fyritøkunum, nú útlendskir marknaðir seta strangari krøv um útlát og burðardygd.

Vinnan er tí ikki bara partur av trupulleikanum, men eisini stórur partur av loysnini. Netverkið Varandi Vinna heldur, at tað skal vera bæði lættari og meira lokkandi at seta upp varandi orkuframleiðslu í Føroyum.

Fyritøkur skulu hava betri møguleikar at leggja um frá olju til el, og privata vinnan eigur at fáa betri karmar, so hon kann taka lut í orkuskiftinum. Vinnan hevur bæði kapital, førleikar og vilja at lyfta ein stóran part av orkuskiftinum.

Poula Michelsen, forkvinna í Varandi Vinnu, undirstrikar týdningin av samstarvi millum politisku skipanina og vinnuna:

“Vit hava øll sama mál, sum er at skunda undir orkuskiftið. Tí er neyðugt at umrøða leiklutin hjá vinnuni í orkuskiftinum og loysa tær forðingar, sum steðga framburðinum í dag”, sigur hon.

Ein vegur fram
Orkuskiftið í Føroyum krevur tætt og skipað samstarv millum allar avvarðandi partar. Við at raðfesta hetta samstarvið, økja ferðina á útbyggingini og betra karmarnar fyri vinnuna kunnu Føroyar ganga á odda í strembanini eftir 100% grønari elorku á landi.


Stabbarnir vísa býtið millum olju og varandi orkukeldur í elorkuframleiðsluni í Føroyum, meðan gula linja vísir prosentpartin av varandi orku, sum var 57% í 2024.


Kelda: Vinnuhúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder