
Tá vindmyllurnar til tíðir framleiða meira elorku enn eftirspurningur er eftir í elskipanini, fer avlopið fyri skeytið. Avlopsel er við øðrum orðum tann parturin av vindorkuframleiðsluni, sum ikki kemur til høldar á elnetinum, tí pláss er ikki fyri honum, og sum tí ikki verður gagnnýttur.
Fyri at fáa sum mest av vindorkuni til høldar, verður nú arbeitt við eini skipan, har vindorkan, sum ikki verður gagnnýtt av vanligari nýtslu, kann bjóðast út millum einstakar stórar brúkarar.
Ein fyritreyt fyri at luttaka í nýggju skipanini er, at móttakarin er íbundin háspenningsnetið (10, 20 ella 60kV), og veitingin verður stýrd beinleiðis úr kontrollrúmi hjá Sev. Harumframt er tað ein fyritreyt, at avlopselið verður brúkt til nýggja elnýtslu, sum kemur ístaðin fyri oljunýtslu hjá einstaka brúkaranum, td, hitaskipanir, processvarma o.l.
Móttakararnir, sum bjóða upp á avlopsorkuna, mugu somuleiðis góðtaka og liva við, at veitingin av avlopsorku ikki er støðug. Veitingin verður avbrotin, tá tørvur er á allari vindorkuframleiðsluni á netinum til vanliga nýtslu.
Ætlandi verður skipanin klár at seta í verk innan 3 mðr., og í næstum verður alment útboð av ávísum brúksmátti eftir nærri treytum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald