
Fatih Birol, stjóri í IEA, Altjóða Orkustovninum, International Energy Agency, , sum hevur heimstað í París, segði mánadagin, at tørvur er á nýggjum íløgum í olju og gassleiðir til tess at verja altjóða orkutrygdina. Harvið leggur hann seg tættari at politikkinum hjá amerikanska forsetanum Donald Trump um, at heimurin tørvar at menna olju- og gassvinnuna til tess at tryggja orkutrygdina í heiminum. Hetta hendir eftir, at andstøðan seinastu árini ímóti olju og gassleiting og framleiðslu er vaksin og harvið eisini hevur sett orkutrygdina í vanda, ikki minst nú Rusland hevur gjørt innrás í Ukraina. Hetta skrivar Reuters.
-Lat meg gera tað púra greitt. Tað er tørvur á nýggjum íløgum, serstakliga fyri at leggja upp fyri at venda gongdini á verandi olju- og gassleiðum, sum eru við at ganga undan. Tørvur er á olju- og gassíløgum, punktum, segði IEA stjórin, sum annars hevur verið einum av teimum fremstu at ávara móti nettupp íløgum í fossila orku.
Byrol hevur verið undir trýsti frá umsitingini hjá Trump og frá republikanarunum í Kongressini, eftir at IEA seinastu árini einvíst hevur varpað ljós á grøna orkuskiftið. Í 2021 segði IEA, at fyritøkur skuldu ikki gera íløgur í hvørki kol, olju ella gassverkætlanir til tess, at altjóða samfelagið við grønum orkupolitikki skuldi røkka netto null útláts málinum í 2050. At steðga aljóða upphitingini var eisini eitt av málunum hjá táverandi amerikanska forsetanum Joe Biden.
IEA hevur verið orku “watchdog” hjá stjórnum í ídnaðarlondunum í meira enn eina hálva øld í royndunum at raðfesta orkutrgd, framleiðslu og íløgur. IEA sigur nú, at tað noyðist at fyrihalda seg til, hvat tess limir siga og halda vera avgerandi fyri framtíðar orkutrygdina. USA letur umleið ein fjórðing av fíggingini til arbeiðið hjá IEA.
Byrol segði á ráðstevnu í Houston, at minkandi íløgur í verandi olju- og gassleiðir er ein trupulleiki, nú olja og gass eru so týdningarmikil til tess at nøkta altjóða orkutørvin. Hann segði, at av teimum 400 mia. dollarunum í íløgum í altjóða olju og gass, fara umleið 360 mia. til at steðga minkingini av verandi framleiðslu. -Har er einki at kjakast um, tá tað snýr seg um at steðga niðurgongdini i verandi keldum, segði Byrol.
Keldur: Reuters
CERAWEEK IEA chief sees need for investments in existing oil, gas fields | Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald