
Ein hin máttmiklasti ráðharrin í bretsku stjórnini, fíggjarmálaráðharrin Rachel Reeves tekur nú blaðið frá munninum í spurninginum um bretsku olju- og gassframtíðina.
Hon er sera avgjørd og sigur, at útbyggingarnar av teimum báðum olju- og gasskeldunum Rosebank við føroyska markið og Jackdow í Norðsjónum, sum hava verið fyri atfinningum , sleppa at halda fram.
Rosebank keldan liggur tætt við føroyska markið og verður hon av mongum mett sum ein av fortreytunum fyri framtíðar kolvetnisvirksemi í Føroyum eisini og á markinum. Útbyggingin kann gerast tað infrakervið, sum kann tryggja framtíðar virksemi í øllum økinum nær Føroyum.
Hon leggur samtíðis dent á týdningin, sum oljan og gassið í Norðsjónum hevur fyri bretska búskapin “for decades to come”, sum hon málber seg.
Reeves, sum ikki so beinleiðis hevur tikið upp spurningin um framtíðar olju og gass, stendur nú fram og verjir framtíðar kolvetnisvirksemi í Norðsjónum sum hon sigur er av avgerandi týdningi fyri bretska búskapin.
Ráðharrin sigur m.a.: “The two fields - which have been held up by a legal challenge - would get the consents they need to progress.”
Tíðindini koma sera væl við hjá stóru orkuvinnuni í Bretlandi, sum leingi hevur møtt harða mótstøðu frá einum øðrum av ráðharrunum í bretsku stjórnini, Ed Miliband, sum eitt skifti kallaði Rosebank “climate vandalism”.
Nú er eftir øllum at døma vent í holuni. Avgerðin hjá fíggjarmálaráðharranum fer at lata upp fyri milliardum av pundum í íløgum í vinnuni, eitt nú í veitaravinnuni.
“We're committed to doing that, and go ahead they will.” Og hon heldur fram: “North Sea oil and gas is going to be really important to the UK economy for many, many decades to come. And we want to make sure that fields that have already got licenses can continue to exploit those reserves and bring them to market."
Reeves segði við blaðið The Sun nú um dagarnar, at Labour segði undan valinum í sínum manifesto, at útbyggingar av oljuleiðum, sum longu høvdu fingið loyvi, verða ikki tiknar aftur.
Ed Miliband, orkuráðharri fingið greið boð frá fíggjarmálaráðharranum.
Stjórin í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, David Whithouse kemur um sama mundið út við drúgvari frágreiðing um stóra týdningin olja og gass í Norðsjónum kann fáa fyri Bretland. Leiting og útbyggingar kunnu koma at minka munandi um innflutningin av olju og gassi við nógv hægri útláti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald