
Leygarkvøldið 22. mars millum klokkan 20.30 og 21.30 var árliga tiltakið Earth Hour, har ljós verður varpað á skilagóða elnýtslu.
Sev hevur seinastu árini fylgt væl við elnýtsluni hendan tíman, og aftur í ár minkaði elnýtslan á Earth Hour.
Fleiri kommunur luttóku í tiltakinum og sløktu gøtuljósini, og heitt varð eisini á fólk um at sløkkja ljós og eltól hendan tíman og heldur geva náttúruni gætur.
Og nógv fólk valdu at sløkkja ljósini og eltólini hendan tíman, tí elnýtslan minkaði 2,5MW hendan tíman, hóast landsdystur í fótbólti hjá monnum var í sjónvarpinum samstundis, skrivar Sev.
Sambært Sev var orkan hendan tíman eisini 57 prosent grøn.
Kalt og stilli var, so vindorkuframleiðslan var sera avmarkað, men stóð tó fyri 6,5 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan vatnorkuframleiðslan var 49 prosent, olja 43 prosent og biogass 1,5 prosent, skrivar elfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald