
Mánadagin 31. mars var aðalfundur í Sjóvinnufelagnum. Á aðalfundinum stóðu Mouritz Mohr, Eli Lassen og Julian Johansen fyri vali. Áðrenn fundin boðaði Eli Lassen frá, at hann ikki vildi verða valdur aftur í nevndina.
Mouritz Mohr og Julian Johansen vóru báðir valdir aftur í nevndina, og fyri Eli Lassen er Hanus Mikkelsen valdur í nevndina. Hartil er Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Mouritzi Mohr sum formanni og Juliani Johansen sum næstformanni.
Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær tí soleiðis út:
- Mouritz Mohr, formaður
- Julian Johansen, næstformaður
- Alina Jespersen, nevndarlimur
- Christian Danielsen, nevndarlimur
- Hanus Mikkelsen, nevndarlimur
- Frimodt Rasmussen, tiltakslimur
Hanus Mikkelsen, er nývaldur í nevndina í Sjóvinnufelagnum. Hann er stjóri í Tórshavnar Havn.
Stutt um Sjóvinnufelagið
Endamálið við felagnum er at savna allar fyritøkur, sum selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis. Føroyar eru nýmótans samfelag mitt í Norðuratlantshavi við góðum samskiftis-, ferða- og flutningssambandi til evropeiska meginlandið.
Føroyar eru tí kappingarførar við okkara nærmastu grannar, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til sjóvinnuna um okkara leiðir. Í dag eru 25 limafyritøkur í Sjóvinnufelagnum.
Les meira um felagið her.
Kelda: industry.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald