
Fyri viku síðani var oljuprísurin 75 dollarar. Tá so amerikanski forsetin avgjørdi at leggja nýggjan toll á innfluttar vørur, og Opec+ gjørdi av at økja um framleiðsluna, varð úrslitið, at oljuprísurin lækkaði góðar 10 dollarar. Enn ein hækking av tollinum var orsøk til, at oljuprísin kavaði til 59 dollarar, tann lægsti síðani 2021.
Men so hendi tað, at Donald Trump óvæntað mikudagin gjørdi av at útseta stóran part av tollinum í 90 dagar. Og tað ávirkaði aftur oljuprísin. Dagsins oljuprísur er sambært E24.no nú 63,90 dollarar.
Ein av orsøkunum til at oljuprísurin lækkar er eisini minkandi eftirspurningurin og nýtslan í londum sum Kina, sum í løtuni í veruleikanum er í “handilskríggi” við USA. Royndirnar hjá USA at áleggja kinverskum vørum til USA okurstoll uppá 125% eru við til at minka um virksemið sum heild og tess minni virksemi tess minni vøkstur, og merkir tað eisini minni eftirspurning eftir olju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald