Uttanlands

Equinor finnur meira gass

Norska orkufelagið Equinor funnið tvær nýggjar gassleiðir í Norðsjónum

Deepsea Atlantic hevur funnið tvær nýggjar gassleiðir í norskum sjógvi, sami pallur, sum skal bora fyri Equinor á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar í 2026.

Deepsea Atlantic hevur funnið tvær nýggjar gassleiðir í norskum sjógvi, sami pallur, sum skal bora fyri Equinor á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar í 2026.

2025-12-07 22:39 Author image
Jan Müller

Um somu tíð sum ES vil gera seg óheft av russiskum gassi innan tvey ár heldur norska orkufelagið Equinor fram við at finna gass í undirgrundini í Norðsjónum. Slíkar nýggjar gassleiðir kunnu fáa stóran týdning fyri vaksandi eftirspurningin eftir gassi í Evropa.

Norra er ein týðandi framleiðari av gassi til stóran part av Evropa, og herfyri varð avtala gjørd millum Norra og Kekkia at veita gass til eysturevropeiska landið komandi 10 árini. Seinastu nýggju fundini av gassi koma tí at fáa týdning í norska útflutninginum av gassi.

[object Object]Nýggju gassleiðirnar eru tætt við Sleipner gassleiðina.

Nýggju gassleiðirnar eru tætt við verandi framleiðslur í Sleipner økinum í Norðsjónum. Talan er um størstu fundini hjá felagnum í ár og verða ætlandi útbygd at veita gass til evropiska marknaðin. Kjetil Hove, sum stendur fyri leiting og framleiðslu í Norra sigur, at nýggju fundini koma at fáa týdning fyri orkutrygdina í Evropa. At tey eru funnin tætt við verandi framleiðslur ger, at tey kunnu útbyggjast skjótt og bíliga. Hann ásannar, at slík nýggj fund hava stóran týdning fyri framtíðina og vísa, at norski politikkurin at halda fram við leiting er tann rætti ikki bert fyri Norra men fyri alt Evropa.

Boripallurin, sum fann gassið, Deepsea Atlantic hjá Oddfjell borifyritøkuni, er tann sami, sum kemur á leiðirnar við Føroyar um nakrar mánaðir at bora sjey brunnar á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald