Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, sum legði uppskotið fyri tingið í dag. Í uppskotinum stendur m.a.:
-Við hesi løgtingslóg verða bindandi veðurlagsmál sett fyri Føroyar, so at vit kunnu viðvirka til at tálma alheims hitaøkingini vegna útlát av vakstrarhúsgassi, tálma negativu avleiðingunum fyri lívfrøðiligt margfeldi og vistskipanir á landi og sjógvi, betra um møguleikarnar hjá fólki og samfeløgum umframt djóralívi og plantulívi at standa ímóti og laga seg til veðurlagsbroytingar, og tryggja okkum og komandi ættarliðum javnbjóðis kor at liva og virka undir, bæði á landi og sjógvi.
Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, legði uppskot til veðurlagslóg fram í tinginum í dag. Mynd Jan Müller
Í lógaruppskotinum stendur víðari, at veðurlagsmál Føroya skulu stigvíst flyta Føroyar yvir í ein reinorkubúskap, so at øll framleiðsla og alt virksemi verður loyst frá olju og steinrunnum úrdráttum, ið hava við sær útlát av vakstrarhúsgassi.
Í 2050 skal útlátið av vakstrarhúsgassi frá virksemi undir føroyskum løgdømi á landi og sjógvi verða netto null. Fyri at røkka langtíðarmálinum verða tíðarfestar virkisætlanir við ítøkiligum átøkum at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini gjørdar fimta hvørt ár.
Tíðarfestu virkisætlanirnar og ítøkiligu málini um minking av útlátinum skulu gerast alsamt meiri framsøkin, hvørja ferð tey verða sett.
Útlátið av vakstrarhúsgassi skal roknast í mun til føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi, sum tað var ár 2010.
Landsstýrisfólkið samskipar, vegna landsstýrið, arbeiðið at røkka bindandi veðurlagsmáli Føroya. Landsstýrisfólkið ráðførir seg við týðandi áhugapartar, hvørja ferð ein virkisætlan verður dagførd.
Skipað verður eitt óheft veðurlagsráð við serfrøðingum, sum skal gera tilmæli til landsstýrisfólkið um val og vavi av átøkum, sum vera mett neyðug og hóskandi fyri at røkka bindandi veðurlagsmáli Føroya, varskógva landsstýrið, tá mett verður, at átøk ikki hóska ella røkka, eitt nú tí at fortreytir, tøkni ella aðrar umstøður í samfelagnum ella í umheiminum eru munandi broyttar, og luttaka í almennum kjaki og varpa ljós á veðurlagsbroytingar.
Í veðurlagsráðnum sita minst trý og í mesta lagi fimm umboð við hollum førleikum innan veðurlagsøkið. Landsstýrisfólkið velur umboðini fyri fýra ár í senn eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Veðurlagsráðið ásetir sjálvt sína starvsskipan, sum landsstýrisfólkið góðkennir. Umhvørvisstovan veitir veðurlagsráðnum skrivstovuhald.
Í almennu viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at orsøkin til uppskotið er, at at Føroyar hava tikið undir við altjóða Veðurlagssáttmálanum frá 1992 og við Parísavtaluni frá 2015.
Bæði sáttmálin og avtalan leggja áherðslu á, at øll lond, eftir førimuni, eiga at gera sítt til at minka útlátið av vakstrarhúsgassi, so at hitaøkingin av jørðini kann steðga innan aldamótið. Bara soleiðis kunnu vit viðvirka til at tálma negativu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum.
Og víðari verður sagt: -Sambært nýggjastu frágreiðingini frá IPCC, International Panel on Climate Change hjá Sameindu Tjóðum, ST, hevur mannaskapta hitaøkingin longu elvt til ógvusligar broytingar í veðurlagnum. Staðfest er eisini, at veðurlagsbroytingar raka ymiskt kring heimin, men felags er, at tær longu hava umfatandi avleiðingar fyri liviumstøðurnar hjá fólki, djóralív og plantulív á landi og sjógvi, náttúrutilfeingi, vistskipanir, landbúnað, fiskivinnu o.a. Higartil eru tað økini í Arktis, við ekvator og láglendi kring heimin, sum eru harðast rakt. Ásannast má, at veðurlagsbroytingarnar gerast alsamt meiri eyðsýndar á ymsan hátt í øllum heimspørtum.
ST hevur við frágreiðingum og greiningum frá IPCC sum heimildargrundarlag fleiri ferðir víst á, at jú fyrr útlátið av vakstrarhúsgassi minkar, tess størri sannlíkindi eru fyri, at tað ber til at tálma og steðga hitaøkingini og oyðileggjandi avleiðingunum fyri fólk og samfeløg, lívfrøðiligt margfeldi og vistskipanir á landi og sjógvi, sum eru tilverugrundarlagið hjá mannaættini, óansæð hvar í heiminum vit búgva ella virka. Verður farið væl útum ár 2030, áðrenn útlátið í alheims-høpi veruliga byrjar at minka, eru vána útlit fyri, at hitaøkingin kann haldast niðanfyri 1,5-2 stig í hesi øldini.
Og víðari stendur at lesa í viðmerkingunum: -Fleiri vilja vera við, at hitaøkingin tá fer at verða 2-3 stig ella meira, og tá væntast avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum at verða uppaftur ógvusligari. Umráðandi er tí, at øll lond eftir førimuni taka samábyrgd fyri at minka útlátið av vakstrarhús-gassi sambært meginreglunum í Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni. Ráðandi heimssemja er um, at ríku og mentu londini, sum søguliga hava verið atvoldin til nógv tað mesta útlátið av vakstrarhúsgassi og íkomnu støðuna, eisini eru tey londini, sum skulu minka útlátið mest og skjótast. Hesi lond skulu tí ganga á odda í stríðnum móti veðurlagsbroytingum og eisini hjálpa menningarlondum fram á leið við førleikamenning, tøkni, fígging og endurgjaldi, orkuskifti o.tíl., so teirra samfelagsmenning ikki fer at byggja á steinrunnin brennievni, gamla tøkni osfr.
![]()
Føroyar teljast millum ríku og tøkniliga framkomnu londini og tí hava vit bundið okkum til at vera við í fremstu røð at skerja útlátið av vakstrarhúsgassi. Í løtuni er árliga nýtslan av olju umleið 300.000 tons, og okkara útlát av vakstrarhúsgassi er fariðuppum 1 mió. tons CO2-eindir.
Føroyar hava fíggjarorku, førleikar og góðar fortreytir fyri at gera stórar og skjótar minkingar í útlátinum av vakstrarhúsgassi. Tað er eftir førimuni, at heimsins lond verða vigaði og mett. Við Parísavtaluni mugu vit ganga á odda at minka útlátið av vakstrarhúsgassi fyri at tálma ógvusligumveðurlagsbroytingum, sum stava frá upphitingini av jørðini. Tí verður hetta lógaruppskot lagt fram fyri at fáa undirtøku frá Løgtinginum til at áseta bindandi veðurlagsmál fyri Føroyar í samsvari við Veðurlagssáttmálan og Parísavtaluna. Ítøkiliga verður langtíðarmálið um netto null útlát ár 2050, lógarfest. Komandi 25 árini mugu brúkast til at røkka málinum á ein samfelagsliga skynsaman hátt, har mest fæst fyri hvørja krónu í orkuskiftinum. Hetta skal síggjast aftur í tíðarfestum virkisætlanum, sum skulu ásetast fimta hvørt ár.
At enda í viðmerkingunum verður víst á, at ongin lóg er á økinum frammanundan. Føroyar hava tó í tveimum førum við løgtingssamtykt sett ítøkilig mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Fyrru ferð í 2009 við veðurlagspolitikki Føroya 2010-2020 og seinnu ferð í 2022 við orku-og veðurlagspolitikkinum fyri árini 2022-2032 .
Í báðum førum eru fleiri átøk sett í verk at minka útlátið av vakstrarhúsgassi og at broyta viðurskifti í samfelagnum, so at okkara framleiðsla og virksemi gerast minni tongdat olju. Summi átøk eru framd við lóg og kunngerð, meðan onnur hava verið av umsitingarligum slagi. Síðani partalondini til veðurlagssáttmálan samtyktu løgfrøðiliga bindandi Parísavtaluna, hava fleiri lond valt at samtykkja sonevndar veðurlagslógir. Mett verður, at ein veðurlagslóg leggur størri bindingar á politisku skipanina, enn politiskar samtyktir av øðrum slagi. Orsøkin er, at lógir eru løgfrøðiliga bindandi, hóast tær t.d. ikki innihalda revsiheimildir. Verður hugt at fyrra veðurlagspolitikkinum, galdandi árini 2010-2020, vóru umleið 9 ítøkilig átøk sett í verk, men málið um minst 20 prosent minking í útlátinum varð ikki rokkið. Vaksandi búskaparvøkstur við øktum fiskiskapi, serliga eftir sild og makreli, vøkstur innan laksaaling og annað virksemi hevur, saman við fólkavøkstri, elvt til, at útlátið helt fram at vaksa, hóast ávís átøk vóru sett í verk. Hetta vísir, at virksemið og búskaparvøksturin hjá okkum framvegis er neyvt bundin at oljunýtslu.
Í 2015 vann SEV norðurlendsku umhvørvisvirðislønina fyri at seta framsøkið mál um, at ár 2030 skuldi øll elframleiðslan stava frá varandi orkukeldum og ikki úr olju. Eitt mál, sum hevur verið stýrandi fyri SEV og landsstýrið, men sum nú er linkað og seinkað, tí tíðarætlanin við pumpu-og goymsluskipan til vatnorku í Vestmanna, ikki heldur. Eisini má staðfestast, at tað gongur striltið at halda tíðarfestu útbyggingarætlanina, sum Umhvørvisstovan og SEV mæltu til og sum landsstýrið tók undir við í 2023.
Orsakirnar eru helst fleiri: Tíðarfestingarnar hava verið ov bjartskygdar, almenn orkuútboð krevja stinna samskipan og fyrireikingar, og hædd má takast fyri, at til ber hjá umsøkjarum og øðrum at kæra avgerðir í einum rættarsamfelagi sum okkara. Tí verður eisini neyðugt at dagføra orkuútbyggingarætlanina. Lógaruppskotið leggur upp til, at tíðarfestu virkisætlanirnar verða dagførdar fimta hvørt ár, heruppií orkuútbyggingarnar. Verður hugt at seinna Orku-og veðurlagspolitikkinum frá 2022, so hevur hesin trý ár á baki. Higartil eru umleið 18 av 25 tíðarfestum átøkum sett í verk. Hesi eru fyri tað mesta sett í verk sum lógarásett krøv, fyrisitingarlig krøv og meiri fjøltáttaðar prísskipanir hjá SEV. Írestandi átøkini skulu fremjast í 2025 ella skjótast gjørligt. Úrslitini og virknaðurin av framdum átøkum síggjast
ikki altíð beinanvegin, men glið tykist at verða komið á grøna orkuskiftið viðvíkjandi upphiting av bygningum, útlát fráferðslu á landi, minni oljunýtslu í elframleiðsluni á landi og minni olja til fiskiskap. Innflutningur, nýtsla og útlát av F-gassi, sum eru sterk vakstrarhúsgass og mest brúkt innan frost-og køliskipanir, skulu sambært nýggjari lóggávu eisini minka stigvíst niður í 15 prosent ár 2036.
![]()
Grøna orkuskiftið hevur seinastu 20 árini einamest verið á landi. Elorka frá vindmyllum, biogassi og sól hava, saman við munandi elektrifisering av upphiting og ferðslu, givið eina árliga sparing í innflutningi av olju á umleið 40.000 tons, sum svarar til eina minking á umleið 10 prosent. Staðfestast má, at enn er langt eftir á mál, skulu vit røkka langtíðarmálinum um netto null útlát í 2050, soleiðis sum Parísavtalan, IPCC og hetta lógaruppskotið leggja upp til. Við lógini taka Føroyar eitt týðandi stig at vísa, at politiskur vilji er handan altjóða bindingar Føroya,og miðvísar virkisætlanir verða lagdar til rættis fimta hvørt ár at røkka málinum.
Um endamálið við uppskotinum verður sagt: -Veðurlagslógin verður ætlandi karmur um framtíðar orku-og veðurlagspolitikk, framsøknar virkisætlanir og ítøkilig átøk at røkka settum málum. Eisini verður lógin eitt høvi at vísa umheiminum, at Føroyar taka sínar skyldur eftir Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni í álvara. At røkka langtíðarmálinum krevur eitt orkuskifti á landi og sjógvi. Á landi eru fleiri skjótt syftir seiðir, meðan tunga takið fyrst og fremst er á sjónum. Nógvar framkomnar og framfýsnar fyritøkur arbeiða dúgliga við tøkniligari menning innan skipaflotan og aðrar vinnur á sjónum. Kortini má staðfestast, at tað fer at taka nógv ár at nútíðmansgera og fremja grønt orkuskifti í flotanum av skipum og bátum undir føroyskum flaggi.
![]()
Endamálið við veðurlagslógini er at seta ítøkilig mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassi samsvarandi altjóða bindingum Føroya sambært Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni og at tryggja, at vit sum samfelag megna at tillaga okkum til veðurlagsbroytingarnar í tøkum tíma. Lógin verður karmur um politiska arbeiðið hjá komandi landsstýrum, tí tað verður politiska skipanin, sum skal útinna lógina í verki, til vit røkka á mál. Lógin eyðmerkir ikki, hvussu langtíðarmálið skal røkkast, men ásetur, hvat langtíðarmálið er. Hvussu langtíðarmálið skal røkkast, og hvussu skjótt orkuskiftið skal ganga, er eitt politiskt mál, har eitt nú støða má takast til, hvussu nógv átøk skulu setast í verk í senn, hvørji tey skulu vera, osfr. Fyri at fáa eina skynsama tilgongd er ásett, at fimta hvørt ár skulu nýggj og dagførd mál setast at minka útlátið av vakstrarhúsgassi við ávísum prosenttali fyri næsta 10 ára tíðarskeið. Saman við tí skal ein virkisætlan gerast við ítøkiligum átøkum at minka útlátið av vakstrarhúsgassi.
![]()
Flest øll munnu vera samd um, at ikki ber til at bíða til síðstu løtu at seta tiltøk í verk, sum flyta Føroyar burtur frá oljuni. Skipanin við tíðarfestum virkisætlanum skal tryggja, at orkuskiftið verður framt í tøkum tíma og so skynsamt og smidliga, sum til ber. Orkuskiftið má framhaldandi leggjast soleiðis til rættis, at vit fáa sum mest fyri hvørja krónu, sum landið, kommunurnar, feløg og einstaklingar brúka til umleggingina innan allar geirar í samfelagnum. Málið um netto null útlát av vakstrarhúsgassi ár 2050 merkir, at nationala útlátið netto ikki má verða størri enn natúrliga upptøkan av vakstrarhúsgassi í eitt nú viðarvøkstri og vátlendi. At endurbøta oyðiløgd vátlendi vil økja um upptøkuna.
Føroyar hava eitt stórt og ríkt havumhvørvi, sum upptekur nógv CO2. Av tí at upptøkan ikki er mannaskapt ber ikki til at mótrokna upptøku av CO2 í havinum. Hinvegin áliggur ein týðandi skylda á heimsins londum at fyribyrgja dálking av havumhvørvinum, so at eginleikarnir og evnini hjá havinum at upptaka CO2 verða varðveitt. Tað snýr seg bæði um at fyribyrgja, at havið gerst súrari, og at lívfrøðiliga upptøkan versnar. Hetta svarar til skylduna hjá øðrum londum, sum hava regnskóg, mangroveskóg, o.tíl., at verja slík skógarøki móti inntrivum.
Eitt annað endamál við lógini er at seta eitt veðurlagsráð. Veðurlagsráðið skal mannast við óheftum serfrøðingum. Veðurlagsráðið fær tilmælandi uppgávur til politisku skipanina, men ikki avgerðarheimildir. Eitt veðurlagsráð er ikki eitt fyrisitingarligt stjórnarráð, men er samansett við serfrøðingum, hvørs uppgáva verður at greina, leiðbeina og gera tilmæli um veðurlagspolitisk átøk og at varpa ljós á og luttaka í almennum orðaskifti um veðurlagsbroytingar.
Føroyar teljast millum ríku og tøkniliga framkomnu londini og tí hava vit bundið okkum til at vera við í fremstu røð at skerja útlátið av vakstrarhúsgassi.
Loksins verður í samandráttinum av nýskipanini við uppskotinum sagt: -Føroyar skulu miðvíst og stigvíst minka útlátið av vakstrarhúsgassi, so tað minkar niður til netto null í seinasta lagi ár 2050. Hetta merkir, at grøna kósin og tilgongdin at minka útlátið skal halda fram, og at politiska skipanin í mesta lagi hevur 25 ár at røkka lógarfesta málinum. Á henda hátt taka Føroyar samábyrgd at tryggja komandi ættarliðum somu møguleikar at liva og virka undir, sum vit hava havt, tó á einum meiri burðadyggum og reinorkubúskaparligum grundarlagi, har vit ikki longur dúva á oljuriknar orkuloysnir at reka virksemi í okkara samfelag á.
Veðurlagsbroytingar raka ymiskt alt eftir, hvar í heiminum ein er staddur. At fyribyrgja avleiðingum fyri fólk, fæ og lívfrøðiliga margfeldið má og skal hava hægstu raðfesting. Við dagførdum virkisætlanum fimta hvørt ár skal skipaða tilgongdin tryggja, at útlátið av vakstrar-húsgassi minkar so skjótt og støðugt, sum til ber.
Aðalmálið má vera at menna skynsamar og haldførar loysnir, so mest fæst fyri hvørja krónu í umleggingini og í tillagingunum. Eitt veðurlagsráð við óheftum serfrøðingum skal setast at ráðgeva og gera tilmæli til landsstýrið um, hvørji átøk eru neyðug og hóskandi fyri at røkka málinum. Veðurlagsráðið skal viga og meta, um kós og ferð eru hóskandi, og hvørji átøk eiga at verða sett í verk til hvørja tíð. Umráðandi er, at veðurlagsráðið er óheft og ópolitiskt. Eisini skal veðurlagsráðið við kunning og upplýsing kveikja áhugan fyri veðurlagspolitiskum spurningum millum manna.
Framtíðin hoyrir unga og komandi ættarliðum til, og tí er umráðandi, at veðurlagsráðið eisini megnar at byggja brýr millum ættarliðini fyri at tryggja haldføri í teimum tilmælum, sum verða løgd fyri politisku skipanina.
Uppskotið hevur eisini ligið frammi alment til hoyringar, Til ber at síggja, hvat tey mongu, sum hava havt uppskotið til ummælis, høvdu at viðmerkja. Tað sæst á leinkjuni niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald