Uttanlands

Danmark og Týskland semjast um orkusamstarv

Hava sett út í kortið eina ætlan um at gera Bornholm til eina framtíðar orkuoyggj

2026-01-30 13:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir drúgvar samráðingar eru Danmark og Týskland komin ásamt um at skipa fyri tí størstu orkuverkætlanini í danskari søgu, nevniliga “Orkuoyggj Bornholm.” Talan er um eina risastóra verkætlan, har fleiri havvindmylnulundir skulu setast upp sunnan fyri og í ein útsynning úr Bornholm. Hesum kunnar danski veðurlags, orku og veitingarráðharrin Lars Aagaard um heimafturkomin av North Sea Summit í Hamburg.

[object Object]

[object Object]

Grafikkur DR

Sambært avtaluni skulu Danmark og Týskland deila útreiðslurnar tó at Týskland kemur at standa fyri størsta partinum. Talan er um eina sera kostnaðarmikla verkætlan fyri hundraðtals mia. kr. Bara vindmylnuparturin fer at kostar 60 mia. kr. og aftrat hesum koma so kaðalir og orkustøðir á landi.

[object Object]

Avtalan um Orkuoyggj Bornholm varð undirskrivað í sambandið við stóru vindorkuráðstevnuna í Hamburg nú um dagarnar, har 9 lond eisini gjørdu avtalu um at menna havvindorkuna í Norðsjónum til at kunna framleiða 40GW.  


Tað eru fá ár síðani, at verkætlanin varð slept ella løgd á hillina, tá tað vísti seg ikki at vera gjørligt at fáa íleggjarar. Síðani hevur stjórnin tikið málið uppaftur í samstarvi við Týskland. ES hevur longu stuðlað verkætlanini við 5 mia. kr.

Væntandi fer verkætlanin, tá hon er klár, at lata streym til 3 mió. húsarhald í báðum londum. Nú skal Fólkatingið taka støðu til verkætlanina. 

Tað, sum nú eftir øllum at døma, fær gongd á aftur hesa verkætlanina, er orkustøðan í Týsklandi, sum tørvar streym til stóra ídnaðin umframt húsarhaldini. Týskland er sera illa fyri við orku, nú landið lat aftur kjarnorkuverkini  um somu tíð, sum sanktiónir vórðu settar í verk móti innflutningi av olju og gassi úr Ruslandi. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder