Uttanlands

Trump: Oljuboykott móti Cuba

Amerikanski forsetin hóttir nú lond, sum selja olju til Cuba, við revsitolli

2026-01-31 17:22 Author image
Jan Müller

Eftir handtøkuna av forsetanum í Venesuela og tøkuna av fleiri tangaskipum hevur amerikanski forsetin nú tikið stig til tiltøk, sum skulu raka Cuba og tess kommunistiska stýrið.

Hetta verður gjørt við í fyrsta lagi at áleggja londum, sum selja Cuba olju revsitoll. Enn er tó ikki greitt, hvørji hesi londini eru, og hvussu stórur revsitollurin verður.

Cubanska stjórnin kallar amerikonsku tiltøkuni fyri ólóglig og fullkomiliga undirgravandi fyri cubanska samfelagnum, sum frammanundan hevur stórar trupulleikar at dragast við.

[object Object]

Trump skuldsetir stjórnina í Cuba at loyva russiskum njósnarastovnum at fáa innivist í Cuba,  og at hetta er ein hóttan móti trygdini hjá USA. 

[object Object]

Nú ávara fleiri lond USA móti tess politikki mótvegis Cuba og siga, at tiltøkini skjótt kunnu koma at raka bæði heilsuverk og sjúkrahúsverk og gera støðuna hjá vanligum borgarum vanlukkuliga. Eitt nú hevur forsetin í Meksiko talað harðliga at amerikonsku tiltøkum, sum hon heldur kunnu fáa álvarsligar menniskjanligar avleiðingar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald