Innanlands

Risastórt oljuskip skjótt á veg til leiðirnar við Føroyar

Av skipasmiðju í Miðeystri fer framleiðsluskipið, FPSO "Petrojarl Knarr” í næstum at seta kós móti Evropa og loksins til endastøðina á Rosebank oljuleiðini eystan fyri Føroyar.

Framleiðslu- og goymsluskipið

Framleiðslu- og goymsluskipið "Petrojarl Knarr" er umbygt og nútímansgjørt á skipasmiðju í Dubai, og seinni í ár fer tað at síggjast framleiða skamt frá føroyska markinum. Har fer tað at liggja komandi 20 árini.

2026-02-08 16:11 Author image
Jan Müller

Sum liður í stórari útbyggingarverkætlan nærhendis Føroyum er framleiðslu- og goymsluskipið Petrojarl Knarr sambært tíðarætlanini sett til at koma til leiðirnar eystan fyri Føroyar í fyrsta ársfjórðingi av 2026.

[object Object]

Eftir ætlan kemur eisini boripallurin Deepsea Atlantic á somu leiðir eisini í fyrsta ársfjórðingi ella í vár, har hann skal bora ikki færri enn 6-7 brunnar. Hesir skulu vera grundarlagið undir komandi framleiðsluni á Rosebank kelduni. Teir kunnu so eisini koma at geva heilt nýggja vitan um undirgrundina tætt við markið, nakað, sum so aftur kann gerast kærkomið fyri fólkini á Jarðfeingi, sum arbeiða við at fáa nýggja vitan til vega um føroysku undirgrundina eins og hana nærhendis.

Fyrsta oljan og gassið er ætlað at koma upp móti endanum á 2026 ella í byrjan av 2027. 

[object Object]

Í fjør varð annars farið undir fyrstu fyrireikingarnar at útbyggja kelduna. Tá varð útbúnaður settur upp á havbotninum umframt at gjørt varð klárt til at leggja eina rørleiðing, sum skal flyta gassið frá feltinum til Sullom Voe gassverksmiðjuna í Hetlandi. Í hesum sambandi vóru føroyskar havnir brúktar til veiting av ymsum slag. Stórt rørleiðingsskip varð bæði á Havnini og á Hulki eftir útgerð og til bunkring.

Feløgini, sum standa fyri útbyggingini, eru Adura og Ithaca. Adura er spildurnýtt felag, hvørs eigarar eru Equinor og Shell. Umframt Rosebank stendur Adura eisini sum medeigari av fleiri øðrum stórum olju- og gasskeldum í økinum millum Hetland og Føroyar, eitt nú Schiehallion og Clair. Eisini eigur felagið fleiri nýggj leitiloyvi tætt framvið føroyska markið. 

Hóast útbyggingin av Rosebank kelduni heldur fram, so verður nú bíðað eftir eini endaligari avgerð frá bretsku stjórnini antin útbyggingin kann halda fram ella skal steðgast.

[object Object]Fleiri olju- og gasskeldur standa til at skula útbyggjast framvið føroyska markinum, eitt nú Rosebank og Cambo. 

Søgan er tann, at ein dómstólur í Skotlandi í fjør tók avgerð um at strika loyvið til framleiðslu vegna væntandi umhvørvisatlit. Umhvørvisfelagsskapir høvdu lagt sak móti eigaranum Equinor, tí umhvørviskrøvini ikki høvdu tikið við útlátið av CO2  útláti frá sjálvari nýtsluni av kolvetnum men einans frá framleiðsluni. Dómstólurin heitti tá á myndugleikarnar um at taka loyvisgóðkenningina uppaftur til nýggja meting. Síðani hava feløgini aftanfyri útbyggingina latið inn nýggja umhvørvisumsókn og bíða nú eftir at fáa góðkenningina uppá pláss.

Tað er hesa, sum myndugleikarnir skulu taka støðu til. Væntandi verður avgerðin tikin fyrsta dagin sum skilst. Og sambært eygleiðarum fer stjórnin at geva grønt ljós, tó at mótstøða er í stjórnini til olju- og gassvirksemi sum heild. 

[object Object]Havnalagið á Hulki á Skálafjørðinum eins og tangarnir hjá felagnum Krafta komu væl við hjá útlendskum offshorefelag, sum legði rørleiðing á Rosebank feltinum eystan fyri Føroyar. 

Fyri Føroyar hevur umrødda avgerð ikki einki at siga. Sleppur útbyggingin at halda fram, tá kann hon koma at lata upp fyri uppgávum hjá føroyskari veitaravinnu eins og hon eisini kann fáa stóran týdning fyri royndirnar at lata upp fyri leiting eftir olju og gassi í føroyskum øki.

Virksemi hinumegin markið kann hava týdning fyri oljuleiting í føroyskum øki, har eitt komandi undirstøðukervi í grannalagnum kann gagna framtíðar útbyggingum á føroyska landgrunninum, eins og tað eisini kann koma væl við, um og tá olja og gass verður funnið á sjálvum markinum.  

Enn mugu vit tó brynja okkum við toli, til bretska stjórnin loksins fer at geva grønt ljós til, at útbyggingin kann halda fram ella, um heilt illa við til, skal steðgast.

Eygleiðarar gita, at nú so stórar upphæddir longu eru brúktar uppá útbyggingina, so fara myndugleikarnir neyvan at seta fót fyri verkætlanini. Tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri nógvar aðrar komandi útbyggingar, sum nettupp bíða eftir Rosebank avgerðini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald