2026-02-10 19:36
Tvær stórar útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, nevniliga Jackdaw eystan fyri Skotland og Rosebank eystan fyri Føroyar verða nú umrøddar sum tær útbyggingar, sum fara at hava lægsta útlátið av øllum virksemi á bretska landgrunninum og fyri tað í heiminum samanborið við aðrar framleiðandi leiðir.
Hetta upplýsir fyristøðufelagið Adura í síni nýggjastu frágreiðing um tær báðar verkætlaninar. Umframt at standa fyri væl minni útláti enn aðrar framleiðandi leiðir í Norðsjónum, so er talan um eina samlaðu íløgu uppá umleið 80 mia. kr. við 3000 nýggjum arbeiðsplássum. Í løtuni verður bíðað eftir eini endaligari avgerð hjá bretsku myndugleikunum í sambandi við tær báðar útbyggingarnar.
Nýggjastu útrokningarnar fyri útlát frá komandi framleiðsluni vísa, at tað verður einans eina helvt av tí, sum annars er vanligt. Víðari verður sagt, at útlátið verður átta ferðir lægri enn útlátið frá innfluttum LNG gassi, sum fer at vaksa sohvørt framleiðslan á bretska landgrunninum minkar.
Ein dómstólur í Skotlandi gjørdi annars í fjør av, at feløgini aftanfyri verkætlaninar máttu søkja um umhvørvisgóðkenning av nýggjum. Henda skuldi nú eisini fevna um útlát frá sjálvari nýtsluni av kolvetnum.
Hóast rættarúrskurðin um at skula søkja um loyvi av nýggjum, so sigur hann eisini, at meðan feløgini arbeiða við nýggjum umsóknum, kunnu tey halda fram við útbyggingunum. Eitt umboð fyri Adura, sum stendur fyri báðum útbyggingunum, sigur sambært Energy Voice, at arbeiðið við at útbyggja Rosebank og Jackdaw til framleiðslu heldur fram. Vísit verður eisini á, at brúkt eru 10 mia. kr. til útbyggingarnar higartil.
Framleiðsluskipið Petrojarl Knarr, sum skjótt fer at síggjast á oljuleiðini eystan fyri Føroyar.
Adura, sum Equinor og Shell hava stovnað at standa fyri fleiri stórum olju- og gassleiðum og loyvum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sigur, at útbyggingarnar hava stóran týdning fyri orkutrygdina í Evropa, nú tær koma at nøkta tørvin á bæði olju og gassi, sum í dag í alt størri mun verður innflutt og sum hevur nógv størri útlát enn tað, sum fer at verða framleitt á Rosebank og Jackdaw.
-Nýggjar íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum hava alstóran týdning til tess at varðveita veitingina av gassi til Bretlands. Bara Jackdaw kann nøkta 6% av framtíðar gasstørvinum - nóg mikið til at upphita 1,4 mió. húsarhald í eini tíð, har eldri leiðir eru við at verða tømdar. Olja og gass frá Rosebank fara eisini at hava stóran týdning fyri at nøkta tørvin á orku í Bretlandi.
Nýggja oljufelagið Adura, sum eigur Rosebank, er nýliga flutt í hesi hølini á høvuðsgøtuni í Aberdeen, Union Street. Her koma helst týðandi avgerðir at verða tiknar komandi árini, sum fara at viðvíkja orkuvirksemi nærhendis Føroyum.
Eigararnir av báðum orkuleiðunum siga, at hesar teljast millum tær mest framkomnu og minst útlátandi í øllum heiminum. Ikki minst Rosebank tætt við føroyska markið fer at vera eindømi um framleiðsluvirksemi, ið hevur sera avmarkað útlát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald