Hetta vísa kanningar, sum nýliga eru gjørdar í báðum londunum. Kanningin í Norra er sera sannførandi, tí har er eingin ivi um, hvat eitt stórt fleirtal av norðmonnum ynskir, tá tað snýr seg um olju- og gassframtíðina. Í Bretlandi eru fleiri kanningar gjørdar, men hesar vísa í høvuðsheitum ein meiriluta av bretum, heilt upp til 3/4, sum ynskja, at olja og gass verður framleitt í Bretlandi heldur enn, at tað verður innflutt.
![]()
Norska kanningin
Tað var meginfelagið hjá norsku olju- og gassvinnuni, "Offshore Norge", sum bílegði kanningina, har umleið 3000 veljarar vórðu spurdir um týdningin tað hevur at varðveita norska olju- og gassvinnu. Kanningin varð gjørd av felagnum Verian í november og desember í fjør. 78% svara, at tey halda, at tað hevur týdning at varðveita norska olju- og gassvinnu. Hetta er ein øking uppá 8% sammett við 2024.
-Hetta eru kærkomin tøl. Ídnaðurin hevur sera stóra undirtøku um alt landið, millum allar aldursbólkar, kvinnur og menn sigur stýrisleiðarin í Offshore Norge, Marianne Olsnes, sum vísir á, at henda stóra undirtøkan gevur poiltikarum eitt trygt vitanargrundarlag at kunna taka støðu út frá til framtíðina hjá vinnuni.
![]()
Sambært kanningini halda støðugt fleiri norðmenn, at Norra eigur at halda fram við at leita eftir olju og gassi. Hetta hevur annars verið ein av stóru stríðsspurningunum í sambandi við fíggjarlógina, har serstakliga tveir av smærri stuðulsflokkunum hjá stjórnini hava verið ímóti nýggjari leiting.
-Tað er sunt við orðaskifti um okkara vinnu, men vit mugu eisini megna at síggja heildina í hesum. Tað er ein sannroynd, at fólkið tekur undir við vinnuni og heldur, at vit eiga at halda fram við at leita eftir meira olju og gassi. Hetta skulu vit eisini gera, soleiðis politikararnir halda fram við at leggja til rættis karmarnar og treytirnar sigur Olsnes frá Offshore Norge.
![]()
68% av teimum spurdu í kanningini vísa á, at tey halda, at Norra eigur at halda fram við at leita eftir olju og gassi. Hetta er ein øking uppá 9% í mun til árið fyri.
-Vinnan skal gera íløgur fyri 270 mia. kr. í 2026. Tað er avgerandi til tess at tryggja, at Evropa kann fáa nóg mikið av olju og gassi í eini tíð, har tey skulu sleppa undan at brúka russiska orku. Norska olju- og gassvinnan stendur saman og vónar, at politisku flokkarnir, sum ynskja at steðga nátúrligu minkingini í framleiðsluni á norska landgrunninum og sum verða stuðlaðir av nærum 80% av veljarunum, taka undir við vinnuni framyvir sigur Olsnes.
Verður hugt eftir, hvat einstøku flokkarnir siga til oljuleiting, so er undirtøkan hjá Høgra, Framburðsflokkinum, Kristiliga Fólkaflokkinum og Senterflokkinum uppaftur hægri enn hjá Arbeiðaraflokkinum, sum situr í stjórn.
![]()
-Vit fegnast um tølini. Ídnaðurin hevur undirtøku kring alt landið og í øllum aldursbólkum, og veljararnir í 7 av 9 flokkum í Stórtinginum ynskja at varðveita vinnuna, sigur Hildegunn T. Blindheim, stjóri í Offshore Norge.
81% av veljarunum í Arbeiðaraflokkinum siga, at teir halda tað er av stórum týdningi at varðveita norska olju- og gassvinnu. Fyri veljararnar hjá Senterflokkinum, Framburðsflokkinum, Høgra og Kristiliga Fólkaflokkinum taka 90% undir við at varðveita vinnuna.
Eisini tá talan er um nýggja leiting er undirtøkan økt síðani 2024. Millum veljararnar hjá Arbeiðaraflokkinum úr 61% upp í 70%.
-Vit liva í eini sera torførari geopolitiskari tíð, har veitingar av olju og gassi frá norska landgrunninum eru sera týdningarmiklar fyri trygdina í Evropa. ES heitir á okkum um at veita so nógva olju og gass sum møguligt. Vit mugu halda fram við at leita og byggja út nýggj fund, um vit skulu kunna halda fram við at veita olju og gass so leingi tað er møguligt leggur Blindheim aftrat.
Hon vísir á, at umleið 80% av veljarnunum atkvøddu fyri flokkar, sum vilja halda fram við norska olju- og gasspolitikkinum, tá val var í 2025. -Tá vit eisini síggja, at stuðulin til leiting økist, so merkir tað, at fólkið stendur aftanfyri vinnuna, og at vit eru ein vinna fyri alt landið sigur Blindheim.
![]()
Bretsku kanningarnar
Hyggja vit eftir bretsku kanningunum, so verður spurt bæði um olju og gass, um grøna orkuskiftið, um orkutrygd ol. Niðanfyri eru nøkur av úrslitunum frá fleiri av kanningunum. Kanningarnar eru gjørdar nakrar fáar mánaðir undan valinum í Skotlandi í mai, og tí er ikki minst áhugavert at fylgja støðuni hjá skotum serstakliga, nú bretska stjórnin roynir at steðga menning av vinnuni.
Ein týðandi meiriluti uppá 56% er ímóti at minka um olju og gassframleiðsluna, um tað hevur við sær øktan innflutning av orku. Kanning gjørd í Skotlandi vísir, at tveir triðingar her eru fyri at varðveita olju- og gassvinnuna.
Um somu tíð sum stórur meiriluti er fyri at gera íløgur í menning av varandi orku, so merkir tað ikki altíð tað sama sum at vilja banna olju og gassi. 50% av teimum spurdu halda, at nýggj loyvi til olju og gass kunnu minka um bindingarnar til onnur lond. Ein kanning vísir, at eldra ættarliðið (55+) stuðlar framhaldi av heimligari framleiðslu, meðan yngri ættarlið (undir 25) raðfesta eitt skjótari skifti til alternativa orku.
![]()
Kanningarúrslit vísa eisini, at politisku flokkarnir eru ójavnir á máli. T.d. tekur ein meiriluti í Reformflokkinum undir við at leggja hægri skatt á olju og gassfeløg fyri at fáa bøtt um oyðileggingarnar broytta veðurlagið er orsøkin til. Flokkurin er annars ímóti royndunum hjá stjórnini at steðga olju- og gassvirkseminum.
Í eini kanning leggur ein meiriluti stóran dent á, at oljuarbeiðarar verða tryggjaðir størv innan varandi orkuvinnuna, tá oljustørvini fækka.
Undirtøka er fyri at varðveita brandskattingina av oljufeløgum, Windfall Tax, tá hesi hava ovurstóran vinning um somu tíð, sum fólk hava trupult at fáa endarnar at røkka saman.
![]()
Støðan til nýggja oljuleiting er annars sera tvíbýtt millum fólk.
Til ber út frá fleiri kanningum at siga, at fólkið í Bretlandi hevur býtt seg í tvey. Tað eru tey, sum halda, at neyðugt er við framhaldandi framleiðslu av olju og gassi av trygdarorsøkum, tey bera ótta fyri avleiðingunum, um vinnan minkar, meðan tað eru onnur, sum hyggja longur fram og halda, at varandi orka er málið.
Í seinastu kanningini, sum varð gjørd í janaur 2026, stuðla 60% av veljarunum fulla útbygging av verandi olju- og gassgoymslum í Norðsjónum, meðan 13% eru ímóti.
Eitt úrslit er eisini, at 75% av teimum spurdu halda, at Bretland eigur sjálvt at nøkta allan tørvin á orku úr Norðsjónum heldur enn at skula innflyta orkuna.
Meira enn 60% av teimum spurdu, halda, at orkufeløg í Norðsjónum hava eina jaliga ávirkan á bretska búskapin.
Tá talan er um “Net Zero” spurningin siga 51% at av teimum vaksnu, at stjórnin skal varpa ljós á varandi og reina orku, meðan tað tó eisini er stórur stuðul til framhaldandi fossilari framleiðslu. Einans 8% vilja heilt kvetta við olju og gass.
Taka vit so politisku flokkarnar so taka 66% av veljarunum hjá teimum konservativu og Reform undir við menning av olju og gassi, men 41% av Labour veljarum eru ímóti og 34% fyri.
![]()
Í Skotlandi, har oljuvinnan hevur stóran týdning, stuðlar eitt stórt tal av fólki framhaldandi framleiðslu av olju og gassi m.a. av óttanum fyri arbeiðsloysi og orsakað av búskaparligum støðufesti.
Samanumtikið vísa ymsu kanningarnar, at fólkið í Bretlandi stórt sæð stuðlar egnari olju- og gassframleiðslu, tí hon er neyðug, pragmatisk og eitt búskaparligt tilfeingi til orkutrygd, hetta hóast ynskið um eitt langtíðar skifti til varandi orkukeldur.
Tann nýggjasta kanningin frá januar gjørd av felagnum Survation fyri True North Advisors, vísir, at 58% taka fult og heilt undir við framhaldi av olju- og gassvinnuni sammett við 13%, sum eru ímóti. Nú fýra mánaðir áðrenn val í Skotlandi tykist almenna støðutakanin til olju og gass bara ganga tann eina vegin. Sambært seinastu kanningunum taka 75% undir við, at Bretland skal nøkta sín orkutørv frá orku úr Norðsjónum heldur enn frá innflutningi.
Í eini viðmerking til úrslitini av kanningunum segði eitt talsfólk fyri Orku-, Trygdar- og Net Zero-deildina (Department of Energy Security and Net Zero) hjá bretsku stjórnini, sambært Energy Voice:
"At geva út nýggj loyvi at kanna nýggj felt fer ikki at taka eina einastu krónu av rokningunum, tað kann ikki gera okkum orkutrygg og fer bert at skunda undir versnanina av veðurlagskreppuni”, sigur hann og heldur fram:
"Vit hava lagt fram eina ætlan at byggja eina blómandi og burðardygga framtíð fyri Norðsjógvin, stuðlað av metstórum íløgum fyri at menna reinar orkuvinnur, stuðla umsitingini av verandi olju- og gassfeltum í teirra lívitíð og tryggja næstu ættarlið av góðum arbeiðsplássum fyri arbeiðsfólk í Norðsjónum.“
![]()
Eisini stjórin í meginfelagnum hjá orkuvinnuni í Bretlandi, David Whitehouse fegnast um úrslitið av seinastu kanningunum. Hann sigur, at fólk flest hava fingið eina veruliga kenslu av, hvussu stóran týdning tað hevur, at Bretland framleiðir sína egnu orku og ikki gerast bundið at innflutttari orku. Og vísir á tær risastóru goymslur av olju og gassi, sum liggja í bretsku undirgrundini.
-Tíverri síggja vit við politikkinum hjá verandi stjórn, at olju- og gassframleiðslan minkar, og innflutningurin av orku við størri útláti veksur. Vit, sum umboða øll hesi mongu og góðu arbeiðsfólkini, gera tað vit kunnu fyri at fáa stjórnina at rakna við og viðganga, at Bretland hevur tørv av allari tí orku, eisini fossialari, sum eftirspurningur er eftir. Vit hava bæði tørv á olju og gassi einsvæl og varandi orkukeldum so sum vind, sól og vetni.
Hann vónar, at stjórnin fer at broyta brandskattingina av vinnuni og innsíggja, at hendir einki, so fara íleggjarar í stórum tali at halda fram við at flýggja úr Bretlandi. Og tað gagnar hvørki bretska fólkinum ella tess búskapi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald