Sambært eini spildurnýggjari veljarakanning ganga 58 prosent av føroyingum inn fyri leiting eftir olju og gassi, 22 prosent eru ímóti, og 23 prosent vita ikki. Hetta er úrslitið av kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin/orkan.fo. Spurt varð:
“Heldur tú vit eiga at fara undir at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini?”
Tølini vísa, at ein greiður meirluti er fyri oljuleiting við Føroyar. Av teimum, ið hava eina støðu (um ein sær burtur frá teimum 23 prosent, ið ikki vita), mæla 74 prosent av teimum spurdu til at byrja oljuleiting við Føroyar, meðan 26 prosent eru ímóti oljuleiting.
Víðari vísa tølini, at tað er ein greiður meiriluti í øllum ymiskum bólkum (geografi, demografi, politiskum flokkum) fyri at leita eftir olju við Føroyar – við undantaki av Javnaðarflokkinum, har 48 prosent eru jalig til oljuleiting, meðan 52 prosent eru neilig til oljuleiting við Føroyar.
![]()
Flokkarnir og oljuleiting
Hyggja vit eftir tølunum hjá ymsu flokkunum, so síggja vit, at allir flokkar við undantaki av Javnaðarflokkinum taka undir við oljuleiting. Fólkaflokkurin liggur á odda við 90 prosentum, síðani kemur Framsókn við 88 prosentum, Sjálvstýrisflokkurin við 85 prosentum, Sambandsflokkurin við 79 prosentum, Miðfokkurin við 72 prosentum, Tjóðveldisflokkurin við 58 prosentum og Javnaðarflokkurin við 48 prosentum.
![]()
Geografiska býtið
Hyggja vit eftir geografiska býtinum, so vísir tað, at Norðoyggjar liggja klárt á odda at ganga inn fyri oljuleiting við 87 prosentum. Eysturoy og Norðurstreymoy og Vágar standa fyri 80 prosentum, sum ganga inn fyri oljuleiting. Í Sandoynni og Suðuroynni ganga 72 prosent inn fyri oljuleiting, og í Tórshavnar kommunu er talið 66 prosent.
![]()
Aldursbýtið
Fara vit nú til aldursbýtið, so eru tað tey tilkomnu, sum í størstan mun ganga inn fyri oljuleiting, tó at munurin ikki er stórur. Av teimum millum 45 og 59 ganga 80% inn fyri leiting, og av teimum millum 60 og 80 ganga 70% inn fyri leiting. Taka vit so yngru ættarliðini, so ganga 76 prosent av teimum millum 18 og 29 ár inn fyri leiting, meðan 70 prosent av teimum millum 30 og 44 ár ganga inn fyri leiting.
![]()
Kvinnur og menn
Hyggja vit so eftir býtinum millum kvinnur og menn síggja vit, at 35 prosent eru fyri oljuleiting, 27 prosent eru ímóti og heili 38 prosent siga seg ikki vita. Taka vit so støðuna hjá kvinnum, sum antin eru fyri ella ímóti, eru tølini 57 prosent fyri og 43 prosent ímóti.
Hyggja vit eftir monnunum eru 76 prosent fyri oljuleiting, 14 prosent eru ímóti og 10 prosent siga seg ikki vita. Taka vit so støðuna hjá monnum, sum antin eru fyri ella ímóti, eru tølini 85 prosent fyri og 15 ímóti.
Samgonga og andstøða
Vit kunnu eisini hyggja eftir støðuni hjá samgongu og andstøðu. Har eru 46 prosent av samgonguni fyri leiting, 33 prosent eru ímóti og 21 prosent siga seg ikki vita. Um vit so bara hyggja eftir støðuni fyri ella ímóti leiting, so eru tølini fyri samgongu 58 prosent fyri og 42 prosent ímóti leiting.
Fara vit so til andstøðuna á tingi, so eru har 69 prosent fyri leiting, 12 prosent eru ímóti, og 19 prosent siga seg ikki vita. Taka vit so tey, sum ikki vita, burtur úr, so eru 85 prosent av andstøðuni fyri og 15 prosent ímóti leiting.
Kelda: Spyr.fo og grafikkur Orkan.fo
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald