Ein tyrla frá amerikanska flotanum setti seg nú um dagarnar á dekkið á einum stórum tangaskipið, sum var stætt í Indiska havinum eftir at verða farið úr Venesuela við olju í januar. Hetta er aðru ferð, at USA tekur tangaskip í sama øki. Tað er nú ein mánaði síani, at amerikanski herflotin tók tangaskip ávegis til Russlands í Norðuratlantshavi.
Nýggjasta tøkan er av Veronica 3, sum silgdi undir Panamaflaggi. Grundgevingin fyri at taka skipið var, at skipið hevði brotið amerikonsku sanktiónirnar móti oljuútflutningi úr Venesuela. Skipið hevði nærum 2 mió. tunnur í lastini. Skipið hevur áður flutt olju úr Venesuela til bæði Russland og Iran.
USA roynir við tøkuni av mongu tangaskipunum at hava eftirlit við øllum slíkum virksemi til og frá Venesuela samtíðis sum fyrisitingin í Hvítu Húsunum roynir at eggja amerikonskum oljufeløgum at gera íløtur í oljuvinnuna í suðuramerikanska landinum. Seinastu tíðindini vilja vera við, at gongd er so spakuliga við at koma á útbygging av oljuundirstøðukervinum í landinum. Men enn er langt á mál skilst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald