Uttanlands

Amerikonsk hóttan móti Iran ávirkar oljuprísin

Óttin fyri vápnaðum stríði millum USA og Iran fær oljuprísin at hækka til nærum 72 dollarar

Hormuz sundið í Persiska Flógvanum kann gerast ein krúttunna, um USA ger álvara av at gera álop á Iran.

Hormuz sundið í Persiska Flógvanum kann gerast ein krúttunna, um USA ger álvara av at gera álop á Iran.

2026-02-20 14:19 Author image
Jan Müller

Hóast kríggstrummurnar ljóða í Miðeystri fer tað neyvan enn at hava við sær eina ovurhøga hækking í oljuprísinum, tó at prísurin er hækkaður nakað og farin upp ímóti 72 dollarum, tann hægsti síðani juli 2025 sigur eygleiðari hjá E24.  

Um hetta var støðan fyri bert fáum árum síðani, hevði prísurin longu kunnað verið farin upp í loft. Hóast Trump forseti aftur og aftur hóttir Iran við álopi, um  landið ikki tekur amerikonsku krøvini í álvara, so er greitt, at hann ikki ynskir i ein alt ov høgan oljuprís, sum kann fara at merkjast í USA. 

Eygleiðarar halda, at talan er um at finna eina javnvág, soleiðis at oljuprísurin ikki hækkar ov nógv. USA vónar, at hóttanin móti Iran, fer at fáa Iran at boyggja seg so ella so.  Spurningurin er, hvat skal leggjast í hóttaninar hjá Trump.

Eitt amerikanskt álop á Iran kann í ringasta føri hava við sær, at tað so týdningarmikla Hormuz sundið verður stongt. Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri heimin, nú tveir triðingar av allari olju verða flutt  gjøgnum sundið. Tað veit Trump og tí gita eygleiðarar, at hann fer at hugsa seg væl um, áðrenn hann fer at brúka vápnamegi. Teir halda, at fyri at varðveita ein ikki ov høgan oljuprís kann eitt álop vera sera avmarkað. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald