Hann vísir á, at allur heimurin spyr eftir olju og gass, tí tað er grundleggjandi fyri okkara orkutørv og framleiðslu av týðandi vørum. Vit hava tørv á olju og gass fyri at hita húsini, ferðast við bilinum, tendra lampuna og løða telefonina. Hesar rávørur geva okkum møguleika at framleiða bensin, diesel, asfalt, regnklæðir, vatndunkar, tannbustir, sápur, panodil, bildekk og telefonir, sproytur og so mangt annað, ið vit brúka hvønn dag. og hann skrivar víðari:
![]()
-Heimurin hevur tørv á olju og gass, og hesin veruleikin fer sum útgangsstøði ikki at broytast tey næstu 50-100 árini.
Spurningurin er bara hvør skal framleiða og selja hesa oljuna, og undir hvørjum umstøðum.
Søguliga hava vit verið sera von við at keypt olju frá londum, ið vit vanliga ikki ynskja at samanbera okkum við. Lond sum ikki virða mannarættindi, fólkaræði og rættartrygd. Lond sum ikki raðfesta at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum ella har trygdin hjá starvsfólkunum ikki er í lagið.
Framleiðslan av olju og gassið í Norðurevropa telist millum tær dýrastu, men eisini tær grønastu framleiðslunum av kolvetni í øllum heiminum, har trygdarviðurskiftini hjá starvsfólki og atlitið til náttúru og umhvørvi eisini eru í hásæti.
Vit hava eisini verið von við eitt Evropa, sum hevur funnið seg í at vera bundið av at keypt orku frá øðrum, heldur enn at vera sjálvveitandi – eitt nú úr Russlandi.
USA, Kina og Russland eru øll netto-útflytarar av orku – Tey framleiða meira enn tey nýta sjálvi. Kríggið í Ukraina og nýggja støðan millum USA, Russland og Evropa ger, at Evropa eisini hevur stóran tørv á at gera sjálvveitandi innan orku. Her kunnu Føroyar fáa ein stóran leiklut.
Prísurin á oljumarknaðinum í dag er uttan iva við til at økja um áhugan fyri føroyska økinum.
Tí eru fortreytirnar hjá Føroyum góðar fortreytir fyri at fara undir leiting og framleiðslu av olju og gass. Men nøkur ting skulu uppá pláss fyrst.
Váðin við at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini má minka. Dátugrundarlagið má blíva betri, og er hetta nakað sum Jarðfeingi hevur arbeitt nógv við seinastu árini. Hetta arbeiðið má sleppa at halda fram, og gjarna raðfestast.
Harnæst má signalið frá politisku skipanini vera púra greitt: at vit ynskja eina oljuvinnu.
Fleiri stór oljufeløg aftra seg at gera íløgur í eitt nú Danmark og Bretlandi, tí tey vita ikki um politikarar fara at broyta meining og banna eina framtíðar oljuvinnu við lóg. Tí tora feløgini ikki at gera neyðugu íløgurnar.
![]()
Sambært eini spildurnýggjari veljarakanning hjá Spyr.fo, sum Portal.fo hevur gjørt, taka 58% av føroyingum undir við leiting eftir olju og gassi, meðan 22 prosent eru ímóti. Hetta mugu vit politikarar taka til okkum, melda greitt út, hvat tað er vit vilja.
Tað er ikki so løgið at fólk taka undir við at Føroyar skulu hava eina oljuvinnu. Tað merkir arbeiðspláss, skattainntøkur, vinnuligt fjølbroytni, avleitt virksemi og í síðsta enda vælferð.
Um vit funnu eina miðalstóra oljukeldu í føroyskum økið í rakstrarverdum nøgdum – eitt nú 800. Mió tunnur tilsamans – kundu árligu kolvetnisinntøkurnar bara til land og kommunu komið heilt upp á 4 milliardir krónur árliga í eitt tíðarskeið upp í 10 ár.
Síðani høvdu inntøkurnar minkað so hvørt, sum framleiðslan úr oljukelduni minkar, og eftir 25-30 árum høvdu inntøkurnar verið burtur.
Inntøkurnar til land og kommunur av kolvetnisframleiðslu í føroyskum øki høvdu komið frá skatting av oljufeløgum (partafelags- og kolvetnisskatti), og frá inntøkuskatti frá bæði útlendsku og føroysku starvsfólkunum í oljuvinnuni. Hartil koma aðrar inntøkur, til dømis frá kravinum um, at tilfar og fólk skal um føroyskan kaikant.
Og tá hava vit ikki eingongd tikið hædd fyri lønir og annað avleitt virksemi.
Vit hava sæð hvussu nógv virksemi tað skapar í Føroyum at veita tænastur til norsku, donsku og bretsku oljuvinnuna. Tá er bara at ímynda sær, hvussu hevði veirð, um vit høvdu okkara egnu.
Fyri at umsitið hesar nýggju inntøkurnar á ábyrgdarfullan hátt, hevði verið neyðugt at havt ein tilfeingisgrunn eins og tann norska oljugrunnin, soleiðis at tað var avmarkað, hvussu góða atgongd politikararnar høvdu havt til hesar pengarnar.
Hóast ferð er komin á grøna orkuskiftið, skert ikki burtur, at eftirspurningurin eftir olju og gass fer at halda fram í fleiri áratíggju. Heimurin klárar seg enn ikki uttan olju og gass, sum eru álítandi orkukeldur. Tvørtur ímóti, kundu vit brúkt inntøkurnar av oljuvinnuni til at gjørt íløgur í grøna orkuskiftið. Hetta er leisturin sum norðmenn hava brúkt.
Føroyar hava ein gyltan møguleika at melda seg uppá banan. Fyri vøkstur, vælferð og veitingartrygd, skrivar Bjarni Kárason Petersen, sum er tingmaður og limur í Løgtingsins Vinnunevnd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald