Innanlands

Oljan aftur á tingborð

Andstøðuflokkarnir á tingi hava lagt uppskot fram um at lækka vanliga kolvetnisskattin úr 27% niður í 18%, soleiðis at hann er á sama støði sum partafelagsskatturin.

2026-02-23 11:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Týsdagin kemur uppskot, sum snýr seg um skatting av oljufeløgum, ið vilja leita eftir og framleiða olju og gass í Føroyum, til 1. viðgerð á tingi. Hetta er sama uppskot, sum somu flokkar løgdu fram í fjør, men sum varð felt av samgonguflokkunum. Nú vilja so umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin enn einaferð royna at sannføra samgonguflokkarnar um, at uppskotið er enn meira aktuelt og týdningarmikið í dag, síðani at eitt nú Jarðfeingi við síni nýggjastu gransking og kanningum av undirgrundini hevur kunnað staðfest fleiri øki í undirgrundini, ið kunnu goyma kolvetni.

Hetta  kom m.a. fram í dagsins ljós, tá Fíggjarnevndin í sambandi við viðgerðina av seinasta fíggjarlógaruppskotinum í fjør fekk eina gjølliga frágreiðing frá Vinnumálaráðnum um møguleikarnar at fáa gongd á aftur leitingina við Føroyar.

Uppskotsstillararnir, sum eru tingfólk úr øllum andstøðuflokkunum, hava valt at brúka umrøddu frágreiðing sum eina av nýggju grundgevingunum fyri at seta fram aftur uppskotið at gera tað meira áhugavert hjá útlendskum feløgum at koma til Føroya og seta borin í aftur undirgrundina. Teir siga m.a:

-Endamálið við uppskotinum er at fáa gongd á oljuvirksemið í Føroyum aftur. Hetta uppskotið sendir eitt signal til oljuvinnuna um, at Føroyar vilja taka væl ímóti nýggjum oljuleitingarvirksemi og hildið verður fram:

-Føroyar hava longu eina trygga og støðuga skattaskipan, men hon er ment í einari tíð, tá ið oljuleitingin í Norðuratlantshavi var á einum heilt øðrum støði enn nú. Politiska skipanin er lutfalsliga trygg og støðug, og tað er ósannlíkt, at framtíðar landsstýri og Løgting í Føroyum fara at broyta skattareglurnar aftaná, tá ið oljufeløgini eru komin inn og hava gjørt íløgur í Føroyum. Politiskt støðufesti er, og tá avtalur verða gjørdar við Føroya landsstýri, so verður staðið við tær. Endamálið við uppskotinum er tí at lækka vanliga kolvetnisskattin úr 27% niður í 18%, soleiðis at vanligi kolvetnisskatturin er á sama støði sum partafelagsskatturin.

Mett verður, at ein slík lækking fer at gera tað lættari hjá Jarðfeingi at marknaðarføra føroyska økið, við at føroysku myndugleikarnir senda eitt greitt signal um, at oljuvinna er vælkomin til Føroya. Broytingin hevur við sær, at samlaði oljuskatturin fer úr góðum 56% niður á góð 50%.

[object Object]

Áhugi fyri føroyska økinum

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið verður m.a. sagt:

-Til spurning frá Fíggjarnevndini í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri fíggjarárið 2026 um, hvussu áhugin er fyri kolvetnisleiting á føroyska landgrunninum, svaraði Jarðfeingi, at eingin ivi er um, at tað enn er áhugi fyri føroyska økinum. Oljufeløg vilja fegin hitta Jarðfeingi, og tað er regluligt samband við fleiri teirra, serliga tey, sum eru virkin vestan fyri Hetland, og tey fylgja væl við, hvat hendir í føroyskum øki.

Víst varð á, at prógv eru fyri, at kolvetni (olja og gass) finst í føroysku undirgrundini og er seyrað upp gjøgnum jarðarløgini. Hetta sæst í data frá fylgisveinum, havbotns- og landroyndum, umframt frá fleiri av teimum leitibrunnunum, sum vórðu boraðir eystanfyri Føroyar árini 2001-2014. Harumframt er olja funnin í boringini “Marjun”, og gass er funnið í boringini “Anne Marie”, t.e. at kolvetni í hesum førum er fangað í undirgrundini. Bert í trimum av teimum níggju føroysku offshore boringunum vóru ongi spor eftir kolvetni funnin. Tað eru bert boraðir níggju leitibrunnar í føroyskum øki, meðan tað vórðu boraðir 20-30 í Hetlandsrennuni og yvir 30 í norskum øki, áðrenn fyrstu, rakstrarverdu oljufeltini vórðu funnin har.

Víst varð eisini á, at møguleikin fyri at fáa oljufeløg inn í føroyskt øki at leita, er nær tengdur at framtíðar framleiðsluni av kolvetni í Hetlandsrennuni. Um skattaviðurskiftini í bretskum øki verða normaliserað (t.e. at eykaskatturin á kolvetnisframleiðslu – nevndur windfall tax – verður avtikin) og um politisku myndugleikarnir har lata upp fyri leiting eftir meira kolvetni í økinum, so hava oljufeløg tríggjar góðar orsakir til at koma inn í føroyskt øki at leita:

Cross-border oilfields opportunities

Hetta eru oljufelt, sum møguliga ganga tvørturum markið millum Bretland og Føroyar. Hesin møguleikin er umrøddur við bretsku kolvetnismyndugleikarnar, og orsøk er at halda, at tað eru slík oljufelt. Ongi av hesum eru tó borað enn.

Nearfield opportunities

Hetta eru smærri oljufelt, sum eru “nær við” størri útbygd oljufelt, har allur infrastrukturur er tøkur við rørleiðingum, framleiðsluplattformum o.s.fr. Oljufeløg leita altíð eftir møguleikum í nærumhvørvinum hjá størri oljufeltum, fyri at fáa meira burturúr íløguni í infrastrukturin. Tey mest eyðsæddu oljufeltini á bretskari síðu, sum kundu hugsast at farið at leita eftir “nearfield opportunities”, eru Rosebank og Cambo, sum eru ávikavist 11 og 5 km frá føroyska markinum. Hvørki av hesum hava tó fingið endaligt loyvi at fara undir framleiðslu enn, hóast serliga Rosebank nærum er klárt at fara í gongd.

[object Object]Hetta kortið er í nýggjastu frágreiðingini hjá meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, OEUK (Offshore Energies UK) og vísir pláss á sjógvi og landi, har nógv olju- og gassvirksemi fer at vera í framtíðini. Eystan fyri Føroyar eru útbyggingar av ikki færri enn 5 olju- og gassfeltum á skránni komandi árini, nevniliga Rosebank 1 og 2, Cambo, Clair South og Tornado. Kelda OEUK. 

Nýggj leitimið

Jarðfrøðingar á Jarðfeingi hava, saman við leitiserfrøðingi frá oljuvinnuni, eyðmerkt nøkur støð innanfyri tey higartil útbjóðaðu økini, har sannlíkindini at finna kolvetni eru størri enn, har oljufeløgini higartil hava leitað og borað. Orsøkin er, at vitanin um undirgrundina eystanfyri Føroyar er størri, enn oljufeløgini vistu tá. Talan er bæði um møgulig smá oljufelt, sum kunnu virka sum “nearfield opportunities” men eisini um møguliga størri kolvetnisfund, ið kunnu framleiðast sjálvstøðugt.

At enda varð sagt, at um oljufeløgini hinvegin taka seg burtur úr Hetlandsrennuni, t.d. tí eykaskatturin (windfall tax) á framleiðsluni heldur fram óbroyttur, ella tí Bretland ikki loyvir meira leiting eftir kolvetni í bretskum øki, so minkar møguleikin munandi fyri at fáa nakað oljufelag inn á føroyskt øki at leita. Í løtuni tykist huglagið tó at venda í Bretlandi, har tað verður meira vanligt at meina, at so leingi bretar brúka kolvetni, kunnu tey eisini loyva sær at framleiða tað.

Nógv er broytt síðani 1999-2000, tá upprunaliga skattaskipanin varð gjørd. Oljuprísir, skattaskipanir í grannalondum, kostnaðir av útbygging og framleiðslu o.a. Lógirnar og metingarnar, sum lógu til grund fyri upprunaligu skattaskipanini, vórðu gjørdar í eini tíð, tá ið oljuprísurin lá umleið 18-20 USD fyri tunnuna. Seinnu árini hevur oljuprísurin ligið uppi á 70-80 USD fyri tunnuna, men hevur eisini verið heilt uppi á omanfyri 120 USD fyri tunnuna.

Nýggjar leiðir eru bodnar fram til leiting og framleiðslu á økjum, m.a. í arktiska økinum, sum ikki vórðu mett gjørlig tá av tekniskum ávum. Tað eigur at vera so, at lógir og reglur verða eftirmettar og endurskoðaðar í samsvari við broytingar í heiminum og í samfelagnum og í sambandi við tøknilig nýbrot og nýggja vitan. Undir hesum eisini, at vit støðugt meta um, hvørt lógir og reglur røkka teimum endamálum, tey vórðu ætlað til, ella ikki.

Høvuðsendamálið við skattaskipanini, og eisini hesum uppskotinum er, at tilfeingisrentan av kolvetni í størstan mun kemur øllum føroyingum til góðar. Tað ger hon bert, um skattaskipanin ikki er ein forðing fyri, at kolvetni verður útvunnið í Føroyum, tí tá verður ongin leiting, og tískil heldur ongin olja funnin, og soleiðis kemur heldur ongin tilfeingisrenta til høldar. Um tað er so, at skattaskipanin er ein forðing fyri at leitað verður eftir kolvetni undir Føroyum, ber ikki til at siga við vissu. Men sigast kann, at tað er eyðsæð, at áhugin fyri at leita eftir kolvetni undir Føroyum er avmarkaður.

Tað eru longu nógv ár síðani, at oljuleitingin undir Føroyum minkaði burtur í einki. Tað er tí okkurt, sum bendir á, at oljufeløg meta jarðfrøðiligu óvissurnar og váðarnar ov stórar í mun til tann møguliga vinningin, ið kann fáast, um leitingin eydnast.

Í frágreiðingini til Fíggjarnevndina verður eisini víst á virksemið hinumegin markið, har stóru oljukeldurnar Rosebank og Cambo finnast, og har verður bíðað eftir loyvi frá bretsku myndugleikunum at verða útbygt. Um og tá hesi byrja framleiðsluna, er møguleiki fyri, at oljufeløgini í hesum báðum feltunum fara at hyggja í nærumhvørvinum, undir hesum í føroyskum øki, eftir meira kolvetni.

[object Object]

Um olja verður funnin í føroyskum øki, so kann tað hava týdning fyri, hvørt tað er lønsamt at útbyggja ella ikki, at tað er undirstøðukervi nærindis. Í onkrum førum kann tað vera gjørligt beinleiðis at knýta oljufelt saman við rørleiðingum, sum kann gera, at samlaði útbyggingarkostnaðurin gerst lægri. Við at lækka skattatrýstið á oljuframleiðslu, kunnu Føroyar senda eitt signal til oljuvinnuna um, at Føroyar eru áhugaðar í at taka ímóti oljuleiting í føroyskum øki.

Orsøkir til uppskotið

Um orsøkirnar til uppskotið verður sagt: -Oljuleitingin undir Føroyum hevur í stóran mun verið uppsteðgað seinnu árini, og hevur onki borivirksemi verið á landgrunninum. Hesa tíðina hava granskarar á Jarðfeingi tó arbeitt við at greina alt tilfarið, ið oljufeløg, sum áður hava leitað í føroyskum øki, hava savnað, m.a. royndarboringar og seismikk. Úrslitið er ein 3D-myndil av áhugaverdum øki eystanfyri Føroyar. Í framhaldi av hesum arbeiðinum er ætlanin hjá Jarðfeingi at framleiða leitimið í føroyskum øki, sum ætlanin síðani er at leggja fyri oljufeløgini, ið eru virkin hinumegin markið. Afturat sær hava føroysku granskararnir útlendska serfrøði í kolvetnisleiting. Open Door-skipanin er enn í gildi, ið merkir, at feløg við áhuga fyri føroyskum øki altíð kunnu senda landinum umsóknir um leiti-og framleiðsluloyvi.

Oljugongdin í Bretlandi - ein unik støða fyri Føroyar

Í grein inni á Orkan.fo verður greitt frá, at ongantíð áður síðani oljuævintýrið í Norðsjónum byrjaði í 1960-unum, hevur leitingin í bretskum øki verið so lítil, sum hon var í 2025. Hetta er beinleiðis avleiðing av einum politiskum vali hjá bretsku stjórnini, sum hevur gjørt av at varðveita serskattin (brandskattin) á olju-og gassvinnuna. Samlaða skattabyrðan er nú 78 prosent, og hon skal eftir ætlan standa við heilt fram til 2030. Avleiðingarnar síggja vit longu.

Orkufeløg hava traðkað á bremsuna, sett íløgur á pausu og í summum førum sagt nógv fólk úr starvi. Sambært Financial Times og greiningarfyritøkuni Wood Mackenzie er leitingin eftir olju og gassi í Norðsjónum nú tann minsta síðani 1960-árini. Umleið 15 milliardir pund í møguligum íløgum verða mettar at vera í stórum vanda fyri at verða strikaðar, tí feløgini í alsamt størri mun venda sær aðrastaðni. Hetta er álvarsamt – ikki bert fyri vinnuna, men fyri Bretland sum heild. Meginfelagið hjá orkuvinnuni, Offshore Energies UK, hevur ávarað bretsku stjórnina um, at heldur henda kósin fram, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri orkutrygdina. Bretland er longu vorðið munandi meira bundið at innflutningi av olju og gassi, serliga úr Norra.

[object Object]

Bretland stongir – Norra letur upp

Samstundis sum Bretland leggur fót fyri nýggjum oljuvirksemi, er gongdin hinumegin markið júst tann øvugta. Í norskum øki verða nýggj olju-og gassfund gjørd eitt fyri og annað eftir. Har hevur stjórnin valt at lata møguleikarnar standa opnar fyri leiting og útbygging, tí hon metir orkutilfeingið at vera ein týðandi part av bæði búskapinum og orkutrygdini. Hetta merkir, at Bretland, í staðin fyri at økja um egna framleiðslu, nú innflytur meira olju og gass úr Norra.

Munurin millum hesi bæði londini vísir greitt, hvussu stóran týdning politiskir karmar og skattapolitikkur hava fyri, hvar orkufeløg velja at leggja sínar íløgur. Hvat merkir hetta fyri Føroyar? Í 2026 skal bretska stjórnin taka fleiri týðandi avgerðir um framtíðina hjá olju-og gassvinnuni millum Hetland og Føroyar. Avgerðir, sum eisini kunnu fáa stóran týdning fyri føroysku oljutilgongdina.

Ein lyklaspurningur er Rosebank-leiðin eystan fyri Føroyar. Her bíðar nýggja orkufelagið Adura, stovnað av Shell og Equinor, eftir endaligari avgerð frá bretsku stjórnini. Nógv bendir á, at Rosebank kortini fær grønt ljós til útbygging, hóast generella mótstøðu móti oljuvinnuni. Gerst tað veruleiki er sannlíkt, at aðrar leiðir við markið, so sum Cambo og Tornado, eisini fara at fylgja aftaná. Og júst her liggur ein upplagdur møguleiki fyri Føroyar.

Føroyar kunnu verða alternativið

Føroyar liggja beint við bretskt øki og eitt øki, har stórar olju-og gasskeldur longu eru funnar. Seinastu kanningar og gransking hjá Jarðfeingi geva framvegis góðar vónir um fund í føroyskum øki – ikki minst tí, at nógv er funnið beint hinumegin markið. Føroyar eiga at vera eitt greitt og álítandi alternativ fyri altjóða orkuvinnuna – við støðugum karmum, greiðari fyrisiting og einum jaligum móttøkuanda. Men tað krevur, at vit eisini tora at handla. Tíðin er búgvin. Føroyar kunnu millum annað bjóða kappingarførar skattatreytir – til dømis við at lækka skattatrýstið niður móti 50 prosentum. Tá hevði munurin millum Føroyar og Bretland verið umleið 28 prosentstig, og tað hevði verið ein verulig gularót. Slík stig vórðu longu umrødd í uppskoti hjá andstøðuni fyrr í ár. Nú eru umstøðurnar broyttar soleiðis, at hesi uppskot eru enn meira viðkomandi.

Føroyski búskapurin, arbeiðspláss og framtíðin

Um orsøkina til at vit taka hetta upp aftur nú, siga uppskotsstillararnir, er búskaparligi veruleikin í Føroyum. Okkara høvuðsvinnur eru undir trýsti, og vit hava tørv á fleiri beinum at standa á. Rætt umsitið kann tilfeingið í undirgrundini gerast ein stór hjálp, bæði tá ið tað snýr seg um arbeiðspláss og avleitt virksemi, útflutning, spennandi útbúgvingar og vitanartung størv, sum fáa fólk at venda heimaftur úr útlandinum. Júst hetta snýr seg sanniliga um framtíðina hjá teimum ungu og um útbúgvingar, arbeiði og møguleikan at síggja eina framtíð í Føroyum.

Eitt felags mál

Hetta eigur at verða eitt tvørpolitiskt framtíðarmál. Tí vilja vit enn einaferð rætta hondina út til samgonguflokkarnar og ynskja landsstýrinum og nýggja Tilfeingis-og vinnumálaráðnum góða eydnu við arbeiðinum. Olja og gass í undirgrundini eru føroyskt tilfeingi, og tað er rætt at hugsa hetta saman við øðrum náttúrutilfeingi. Samstundis mugu vit vera erlig um, at tað grøna umskiftið ikki kemur av sær sjálvum – tað skal fíggjast. Júst her kunnu olju-og gassvinnan hava ein avgerandi leiklut. Inntøkur frá hesum virksemi kunnu nýtast til at fíggja grønar íløgur og gera umskiftið bæði skjótari og meira skynsamt.

Evropa er í eini sera torførari støðu, og hon versnar, tá talan er um orku t.e. olju og her sertakliga gass. Eftir at hava stongt úti russiskt gass eru vit farin at innflyta stórar nøgdir av gassi úr USA og longu nú ljóðar, at Evropa má ansa eftir ikki at gerast eins bundið at amerikonskum og miðeysturgassi sum russiskum. Í Evropa eru vit eisini í teirri merkisverdu støðu, at her eru kreftir, sum toga báðar vegir. Norra hevur gjørt greitt, at tað vil gera alt fyri at menna sína gassframleiðslu, soleiðis at tað kann lætta um støðuna og veita Evropa orkutrygd eisini. Men samtíðis eru vit í Evropa eitt nú við at seta strong nettonull mál við at kvala ta gassframleiðslu, Evropa sjálvt kundi staðið fyri. Her seta vit fót fyri okkum sjálvum, og her koma vit so til støðuna, Føroyar eru í.

[object Object]

Sum ávíst í svarinum frá landsstýrinum til Fíggjarnevndina, so eru tekin til og prógv um, at stórar nøgdir av gassi helst finnast í føroysku undirgrundini. Her eiga vit at brúka tað momentum, sum er í Evropa, og av álvara og sjónligt bjóða Føroyar fram til at veita gass til tað hugrandi Evropa, tí vit meina, at her eru stórir møguleikar at finna nógv gass, vísandi til bæði Anne Marie fundið eins og stóru gassstrukturarnar so sum Kúlubøkuna o.a., sum vóru partur av fyrrverandi loyvisumførum. At so nógv gass er funnið hinumegin markið,og at so mong feløg nú fara miðvíst at leita eftir gassi eystan og norðan fyri Føroyar er eisini prógv um, at tað helst finst um okkara leiðir eisini. Nú er løtan. Men vit mugu handla skjótt – og vit mugu tora at taka málið upp aftur.

Avleiðingarnar av uppskotinum

Í metingunum av møguligum avleiðingum av uppskotinum verður lagt til grund, at uppskotið fer at hava við sær, at útvinning av kolvetni fer í gongd á føroyskum øki. Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar á fíggjarlógini komandi ár. Um tað eydnast at fáa oljuleiting í gongd í Føroyum og møguliga eisini oljuframleiðslu, kann hetta virksemi hava við sær stórar positivar avleiðingar fyri fíggjarligu støðu landsins.

Uppskotið kann hava við sær eina jaliga avleiðing fyri vinnuna á tann hátt, at útvinning av kolvetni kann gerast meiri lønsamt enn áður. Leitivirksemi kann skapa nógv avleitt virksemi. Fleiri føroysk feløg veittu tænastur í sambandi við leitingarnar, ið hava verið, og nógv føroysk feløg eru virkin og veita tænastur í frálandavinnuni aðrastaðni. Umframt at hava tørv á hópin av tænastuveitingum, so rindaðu oljufeløgini føroyska landskassanum meira enn 150 milliónir krónur i víddargjøldum í sambandi við tað virksemið, sum var í føroyskum øki, verður greitt frá í viðmerkingunum til uppskotið, sum kemur til 1. viðgerð í morgin. 

[object Object]




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder