Uttanlands

Danir vilja hava meira olju og gass upp

Danska stjórnin ætlar at longja loyvi til framleiðslu av olju og gassi

2026-02-24 13:17 Author image
Jan Müller

Eftir at hava framleitt olju og gass í hálva øld tóku danir í 2020 sum eitt tað fyrsta landið í heiminum avgerð um at banna framtíðar leiting eftir olju og gassi. Um somu tíð settu teir ein endadato fyri framleiðslu av kolvetnum til  2050. Nú ætlar danska stjórnin at gera broytingar í loyvislóggávuni, soleiðis at framleiðsluloyvini hjá eitt nú Total, sum ganga út í 2042, kunnu halda fram til 2050. Verður hetta ikki gjørt, merkir tað, at framleiðslan steðgar 8 ár áðrenn ætlað. 

Danski orku- og verðurlagsráðharrin Lars Aagaard sigur við Berlingske, at talan er um eina torføra javnvág. Hesi avbjóðing ætlar stjórnin nú at hyggja nærri at. Hetta merkir, at stjórnin skal fyrireika eina gongd, har tað verður møguligt at longja fleiri loyvi.

-Hetta er ein trupul javnvág, tí eg hevði helst sæð, at Evropa einans framleiðir grøna orku. Men veruleikin er ein annar, og eg haldi, at tað er betri, at Evropa fær gass úr Danmark enn frá londum aðrastaðni í heiminum. 

-Støðan er tann, at Evropa í 2027 fer at banna innflutningi av russiskum gassi. Evropa skal standa á egnum beinum. Vit skulu megna meira sjálvi og ikki longur verða bundin at orkuni hja Putin. Hetta merkir, at vit mugu gera stórar íløgur í okkara egnu orkumøguleikar. Fyrst og fremst í grønar loysnir sigur vinnuráðharrin Morten Bødsgaard.

Enn ein ráðharri, Stephanie Lose við arbyrgd fyri búskaparmálum sigur, at donsk gassframleiðsla skal eisini vera eitt bein í orkutrygdini í Evropa. Danskt gass kann vera við til at geva sítt íkast til veitingartrygdina í øðrum londum í Evropa eisini eftir 2050. Hon vísir á, at hetta merkir, at framleiðsluloyvi mugu longjast, soleiðis at tey kunnu stuðla veitingarnar í londum í Evropa, sum koma at hava tørv á gassi í mong ár eisini eftir, at Danmark er vorðið klimaneutralt í 2050.

Sambært altjóða orkustovninum IEA fer Evropa eisini í 2050 at hava tørv á nátúrgassi, hóast eftirspurningurin fer at verða minkaður til ta tíð samanborið við í dag. 

Danska felagið BlueNord, sum er partnari í fleiri av gassleiðunum í Norðsjónum, heldur, at danska olju-og gasstilfeingið í Norðsjónum kann vera við til at styrkja veitingartrygdina og orkubindingarnar í skiftinum til varandi orkukeldur. Framleiðslan hevur haraftrat  eitt lægri CO2  útlát enn innflutt LNG og gevur munandi størri virði til danska búskapin sigur Euan Shirlaw, stjóri í BlueNord.

Umboð fyri TotalEnergies siga seg annars taka seg væl ímóti ætlanini hjá stjórnini og vilja gera nýggjar íløgur í víðkan av framleiðsluni. 

Ikki allir flokkar í Danmark eru fegnir um ætlanina hjá stjórnini. Eitt nú Radikali flokkurin eins og Enhedslistin, sum halda, at hetta gongur beint ímóti grøna politikkinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald