Talan er um Cambo, sum liggur einans fimm kilometrar frá føroyska markinum. Sambært bretskum miðlum hevur fyristøðufelagið Ithaca Energy nú boðað frá, at tað nú fer at senda myndugleikunum uppskot til umhvørvisgóðkenning. Hetta kemur eftir, at felagið nøkur ár herfyri tó avgerð um at bíðað við ætlanini at fáa góðkent útbygging av tí risastóru kelduni. Orsøkin tá varð, at Shell, sum varð partur av loyvinum, tók seg úr tí, helst av trýsti frá umhvørvisfelagsskapum.
Síðani hava italska stórorkufelagið ENI og Ithaca lagt ognir sínar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum saman, og harvið stendur Ithaca ikki einsamalt um hesa stóru útbyggingina. Haraftrat hava bretskir myndugleikar longt Cambo loyvið, sum ger, at feløgini nú kunnu taka tað so týðandi stigið, sum er at lata góðkennismyndugleikunum endaliga umhvørvisfrágreiðing. At hava fingið samstarv við eitt so stór orkufelag sum ENI er ein orsøkin til, at Ithaca nú setir øll segl fyri at fremja útbyggingina av Cambo. Enn ein orsøk er tað góða úrslitið hjá felagnum í fjør, har tað vaks um framleiðsluna úr 80.000 tunnum um dagin til 120.000 tunnur.
Stóru olju- og gasskeldurnar Rosebank og Cambo liggja ávikavist 11 og 5 kilometrar frá føroyska markinum. Tær kunnu koma at broyta heilt orkuvirksemi í hesum økinum í framtíðini.
Hin stóra útbyggingin av oljukelduni Rosebank, eisini tætt við føroyska markið, er longu farin í gongd. Men eftir ein dómsúrskurð hjá skotskum dómstóli í fjør, um at feløg fyri at fáa góðkenning til framleiðslu, máttu søkja av nýggjum fyri at fáa øktu umhvørviskrøvini við, hevur felagið, sum stendur fyri Rosebank útbyggingini, Adura, longu sent myndugleikunum nýggja umhvørvisfrágreiðing, har nýggju krøvini eru tikin við. Hesi krøvini merkja, at feløg skulu eisini upplýsa útlátið frá sjálvandi nýtsluni av kolvetnum. Higartil hevur verið galdandi, at feløg skulu upplýsa útlatíð einans frá sjálvari framleiðsluni.
Hesi nýggju krøvini hevur Adura, sum er ein samanlegging av Shell og Equinor í bretska partinum av Norðsjónum, tikið til eftirtektar og latið myndugleikunum nýggja umsókn. Tað er svarið til hesa, sum ikki bert Adura men øll orkufeløgini, ið arbeiða í Norðsjónum, nú bíða í spenningi eftir.
Tað verður roknað við, at svarið frá myndugleikunum fer at koma í næstum, og tað vl so vera rættiliga avgerandi fyri framtíðina hjá oljufeløgum í Bretlandi sum heild. Stjórnin hevur nevniliga verið rættiliga neilig móti at geva loyvi til nýtt virksemi vegna tess Nett Zero politikk. Eitt nú bannaði hon nýggjari leiting.
Nú tykist tó at verða komin vend í, tí alsamt størri og størri trýst verður lagt á Labour stjórnina frá flestu síðum um at geva oljufeløgunum størri og betri rásarúm fyri at kunna virka. Hetta ikki minst orsakað av stóra bretska tørvinum á olju og gassi, nú latið verður aftur fyri innfluttari orku úr Russlandi. Í sama viðfangi ljóðar nú eisini, at stjórnin er í samráðingum við vinnuna um at broyta tann eykaskattin, sum varð álagdur oljufeløgunum nøkur ár herfyri.
Letur stjórnin uppaftur fyri komandi oljuvirkseminum í Norðsjónum, um somu tíð sum norska stjórnin gevur loyvi til nýtt virksemi aftur og aftur, so er greitt, at hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri olju- og gassvirksemið eystan fyri Føroyar. Tær báðar keldunar Rosebank og Cambo, sum liggja ávikavist 11 og 5 kilometrar frá markinum, eru tær størstu á bretska landgrunninum, sum enn ikki eru farnar undir framleiðslu.
Undir viðgerðini á tingi nú um dagarnar í sambandi við uppskot at broyta kolvetnisskattin, trivu fleiri av røðarunum bæði í andstøðu og samgongu í nettupp týdningin, sum stóru keldunar Rosebank og Cambo unnu fáa fyri Føroyar eisini. Endalig góðkenning av útbyggingum kann bæði koma at ávirka møguliga framtíðar oljuleiting við Føroyar eins og skapa stórar møguleikar fyri føroyska veitaravinnu.
Orkan.fo fylgir málinum og fer at kunna um gongdina sohvørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald