Innanlands

Oljuprísurin kann fara upp um 100 dollarar

Um oljuflutningurin í Hormuz-sundinum verður steðgaður

Hormuz-sundið

Hormuz-sundið

2026-03-01 20:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Í gjár lupu USA og Ísrael á Iran. Orsøkin: Iran er ein hóttan móti trygdini í økinum, har USA hevur nógvar herstøðir. Iran hevur leingi sagt, at tað fór at bumba amerikonsk mál í Miðeystri, um USA gjørdi álvara av at fara í kríggj.

Og nú hendir tað. Álvarsliga støðan fekk alt fyri eitt oljuprísin at hækka  og er hann í løtuni góðar 73 dollarar. Eygleiðarar bera tó ótta fyri, at hann kann hækka enn meira, um so er, at Iran ger alvara av at stongja tað so týðandi Hormuz-sundið í Persiska Flógvanum.

Har finnast fleiri av heimsins størstu olju- og gassfamleiðarum, sum standa fyri umleið einum fimtingi av heimsins oljuframleiðslu. Tað ger bara støðuna uppaftur verri, at Kina fær 80 prosent av síni olju og gassi úr Miðeystri. Roknað verður við, at Kina tá fer at innflyta meira olju og gass úr eitt nú Russlandi. Og harvið fær Russland pengar til at kunna halda fram við krígnum í Ukraina.

Roknað verður við eini øking av oljuprísinum uppá millum 10 og 20 dollarar verður flutningurin í Hormuzsundinum ávirkaður tvs. at vit kunnu fáa ein  oljuprís uppá 100 dollarar. Ymsir eygleiðarar vilja entá vera við, at vil heilt illa til, kann prísurin enda á 120 dollarum fyri tunnuna.

Kríggið hevur havt við sær, at fleiri eru dipin í álopum bæði á Iran og á Ísrael. Eitt nú er ovasti leiðarin í Iran dripin saman við fleiri av sínum næstu ráðgevum og ráðharrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder