Til várs kemur boripallurin "Deepsea Atlantic" hjá norska felagnum Odfjell Drilling á leiðirnar eystan fyri Føroyar, har hann skal bora 7 brunnar á Rosebank oljukelduni, 11 kilometrar frá føroyska markinum.
Hesir skulu vera grundarlagið undir framleiðsluni av olju og gassi komandi 20 árini. Ein kann siga hann livir upp til navnið, nú borast skal á djúpum vatni í Norðuratlantshavi og kemur hann henda vegin við eini langari røð av oljufundum á norska landgrunninum í bagasjuni, tí seinasta fyri viku síðani á Snorre leiðini. Har rakti hann við olju nærhendis stóra Snorre pallinum, sum er partur av framleiðsluni á norska landgrunninum.
s
![]()
Roknað verður við, at møguleiki er at taka upp millum 25 og 89 mió tunnur av olju. Equinor, sum er fyristøðifeløg, fyrireikar seg nú uppá saman við Petoro, Harbour Energy, INPEX Idemitsu og Vår Energi at útbyggja leiðina og knýta hana í Snorre pallin í grannalagnum. Á henda hátt ber til at minka munandi um útbyggingina.
Equinor, sum stendur fyri størsta partinum av olju- og gassframleiðsluni á norska landgrunninum, hevur stórar ætlanir komandi 10 ár og fer undir ikki færri enn 75 útbyggingar og at bora 250 leitibrunnar hetta tíðarskeiðið.
Við hesum livir størsta felagið á norska landgrunninum upp til avgerðina hjá stjórnini og størsta partinum av andstøðuni í Stórtinginum at halda fram við oljuleiting og framleiðslu. Henda gongdin er við til at halda lív í norsku veitingarvinnuni, har m.a. stórt tal av føroyingum arbeiðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald