Hóast Føroyar hava sett sær fyri at gerast partur av grøna orkuskiftinum, hevur tað víst seg, at nógvar forðingar hava verið fyri at fara undir grønar verkætlanir kring landið. Vit kenna søguna um royndirnar at seta upp vindmyllur á Eiði og í Sandoynni. Vit kenna søguna um Eysturlund, sum varð steðgað í síni føðing. Hetta eru spurningar, sum FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fer at taka til viðgerðar á sínum aðalfundi í Perluni í Havn, 14. mars. Tá fara Súsanna Berg frá Vinnuhúsinum og Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, at umrøða evnið undir heitinum: “Forðingar í grøna orkuskiftinum.”.
Hóast valstríðið enn er ungt, so hava tvey av nýggju valevnunum nortið nettupp við spurningin, hvussu vit sleppa av við forðingar fyri tí grøna orkuskiftinum. Tey eru Fróði Magnussen úr Fólkaflokkinum og Ben Arabo úr Javnaðarflokkinum.
![]()
Fróði Magnussen skrivar m.a. í valgrein:
"Í dag gongur tað ov seint at byggja nýggja grøna orkuframleiðslu. Ov fá sleppa at gera íløgur, og mannagongdirnar eru tungar og drúgvar. Tað er neyðugt at broyta lógir og reglugerðir, so loyvi til vindmyllur, vatnorku, sólorku og aðrar grønar loysnir kunnu fáast skjótari. Við verandi skipan koma vit ikki á mál”, skrivar Fróði Magnussen, sum vísir á, at SEV eigur framvegis at hava ein týðandi leiklut í føroyska orkukervinum. Men samstundis eigur rúm at vera fyri øðrum at gera íløgur.
![]()
Ben Arabo segði í samrøðu við Útvarpið nú um dagarnar, at vit eiga at umhugsa at broyta núverandi umhvørvislóggávu:
“Tað er eingin andsøgn í, at man vil hava eina umhvørvisfyrisiting og eitt umhvørvisráð. Tá man hevur eina umhvørvisumsiting, sum er fínt, so má man eisini minnast til at lúka út í teimum gomlu tingunum. Út yvir ta nýggju fyrisitingina vit hava fingið, so hava vit eina Friðingarnevnd og eina Yvirfriðingarnevnd, sum eru eftir eini lóggávu frá 1970, har sorinskrivarin er føddur formaður. Tað ger so, at nú hava vit knappliga ov nógvar instansir, og nú taka tingini nógv longri tíð, og tað kanska steðgar tí grøna orkuskiftinum, ironiskt nokk. Tí haldi eg vit áttu at umhugsa at tikið av Yvirfriðingarnevndina og so latið eina umsiting staðið fyri hesum ístaðin. Og so haldi eg, álvaratos, at tíðin er farin frá at hava ein danskan embætismann, sum er føddur formaður í eini almennari nevnd."
Leygardagin 14. mars kl. 15.00 verður so aðalfundur hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag í Perluni í Havn, har nettup forðingar í grøna orkuskiftinum verða á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald