Støðan í Miðeystri er nú vorðin so mikið álvarslig, at bæði prísurin á olju og gassi eru farnir til himmals. Oljuprísurin var í gjárkvøldið umleið 94 dollarar fyri tunnuna. Hetta er tað hægsta síðani 2023. Undan álopinum á Iran fríggjadagin í farnu viku var hann 73 dollarar tvs. ein øking uppá 20 dollarar eftir eini viku. Á nýggjárinum var hann 60 dollarar.
![]()
Greinarar halda, at prísurin kann enda á 100 dollarum, tá marknaðurin metir, at stongsulin av Hormuz sundinum fer at vara í eina tíð. Fyrradagin ávaraði Qatar, eitt av størstu gassframleiðandi londunum í heiminum, at oljuprísurin kann vaksa til 150 dollarar fyri tunnuna. Seinasta útmeldingin frá Donald Trump forseta er, at eingin avtala verður við Iran, uttan at landið gevur seg yvir treytaleyst.
Orkuráðharrin í Kuwait sigur sambært Bloomberg, at vandi er fyri, at fleiri av olju- og gassframleiðandi londunum fara at skrúva heilt niður fyri framleiðsluni sleppa tey ikki av við oljuna, sum fer gjøgnum Hormuzsundið.
Skuldi tað so hent, at sundið verður latið uppaftur, so kann tað kortini ganga drúgv tíð, áðrenn framleiðslan kemur uppaftur. Gassprísurin er meira enn trýfaldaður síðani kríggið byrjaði.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald