Innanlands

Varpa ljós á sólorku í Føroyum

Í næstum verður skipað fyri tiltaki um sólorku í Føroyum, har ljós verður varptað á lógarkarmar, tekniskar treytir, royndir og møguleikar við sólorkuverkum í Føroyum.

2026-03-09 07:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Tiltakið verður fríggjadagin 13. mars frá klokkan 14 til 15:30, á Tannlæknamiðstøðini á Óðinshædd 1 í Havn, sum var fyrsti stóri bygningur í Føroyum at fáa sólorku- og jarðhitaskipan. Hesum boðar Betri Banki frá.

Skráin fyri tiltakið:

  • Eirikur Hofgaard greiðir frá, hví tey fingu sær sólorku- og jarðhitaskipan á Tannlæknamiðstøðinim, og hvat tey hava fingið burturúr.
  • Palli Petersen, Umhvørvisstovan, greiðir frá um sólorku, hvussu tað virkar og regulatorisku karmarnar
  • Eyðna Joensen, SEV, greiðir frá tekniskum krøvum við sólorkuverki og prísskipanina
  • Sjúrður Ferjá, orkuverkfrøðingur hjá Hiddenfjord, greiðir frá, hví Hiddenfjord hevur gjørt stórar íløgur í sólorkuskipanir, og hvat tey hava fingið burturúr.
  • Sjúrður Poulsen, deildarleiðari í Betri Banka, kemur at vísa sólorkuroknarin hjá Betri Banka, og geva góð ráð til at koma ígongd.

Betri Banki heitir á føroyingar um at koma á eitt áhugavert og upplýsandi tiltak um sólorkuverk, og harvið fáa eitt greiðari yvirlit og ítøkilig amboð til at meta um, um sólorka er rætta íløgan hjá fyritøkum í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder